Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 124

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Page 124
128 FØROYSK KLÆÐIR arnir eru úr steinkoli. Erman hevur ein seym uttan, „sliss“ og ein knapp. Sjóstúkan hevur kotakraga, men onga næling. Sjóstúkan úr Saksun er ófóðrað, er 110 cm long, er seym- að eins og tann úr Nólsoy, hevur 8 knapphol og 8 knappar úr steinkoli. Sjóstúkan er næld, bæði um ermagap, akslar og háls. Eitt skreyteintak av føroyskum handverki. Forn- minnissavnið eigur eisini eitt frakkakot komið úr Kollafirði, uml. 100 ára gamalt. Frakkakotið er seymað sum jakki við flundruryggi („prinsessufacon“), er 46 cm langt, hevur kotakraga og lumma inn frá síðuni. Framman eru 8 knapphol og 8 knappar úr steinkoli. Frakkakotið er fóðrað við blomstrutum flonelli. I skapi er frakka- kotið rættiliga líkt tí, ið suðuroyingurin er í á standmyndini í Normansdalen. Myndin stendur í bókini Føroyar I. Sjóstúkan í dag er eins og kjólin, J.Chr. Svabo skrivar um, uttan tað, at ikki verður rykt við føllum um mjadnarnar, bert sneitt ella seymað við liðargeira. Klæðið er svart handilsklæði, og knapparnir svartir. Stima- knapparnir eru úr silvuri. Yiðmerkingar til J.Chr. Svabo: Samanborið við nútíðarklæðir minnir frá- greiðingin um jakka ella sjóstúku meira um kot, og frágreiðingin um kjólan meira um sjóstúkuna, og tá ið J.Chr. Svabo síðani sig- ur, at í staðin fyri kjólan er komin svartur vaðmalsvestur, so hevur hetta heldur ikki somu merking sum vesturin nú. J.Chr. Svabo sigur vestin verða brúktan uttan á einum „kalamankesvesti“. Óhugsandi er ikki, at hetta er byrjan til knappatroyggjuna. Yiðmerkingar til J. Landt: J. Landt skrivar sjálvur, at hann ikki skrivar úr egnum barmi, men hevur nýtt áður skriv- aðar keldur. Hann hevur lisið J.Chr. Svabo, áðrenn hann skrivar um sjóstúkuna. J. Landt sigur vaðmalið vera tvískeftað. Her veldst um, hvørja vevmálisku hann hevur brúkt. Hevur hann skrivað eftir J.Chr. Svabo, er einskeftað vaðmal vovið í klíggjavevi, tað sama sum tvískeftað vaðmal vovið í flatvevi. Ellen Andersen skrivar í bókini „Danske Dragter i Moden i 1700-árene“: „Den dan- ske betegnelse kjol svarer til fransk justau- corps. Den stammer oprindelig fra en bondekofte med middelalderlige traditioner, dvs. en lang og vid overkjortel, med ret korte ærmer. Det er denne overkjortel, der blev annekteret af militæret og senere af civile under navnet kjol“. Óhugsandi er ikki, at navnið sjóstúka stavar frá tí franska justau- corps, sum bæði í úttalu og frágreiðing av sjálvum plagginum líkist rættiliga nógv. Kotið Lucas Debes skrivar um stuttan, víðan „Kiortel.“ J.Chr. Svabo skrivar um stuttan jakka, ið kallast „Koot“. Liturin er antin gráur ella blandaður brúnur og korki. Knapparnir eru stoyptir úr tini. J. Landt skrivar um jakka, koftu ella sjóstúku, men nevnir ikki kotið. Frágreiðingin um hetta plagg, ið eg áður havi viðmerkt undir sjó- stúkuni, líkist rættiliga nógv kotinum. C.J. Graba sigur stuttan jakka verða brúkt- an, sum íðuliga er seymaður úr hvítum vað- mali. H.J.J. Sørensen skrivar: „De Ældre bruge over denne Dragt en sort Vadmels Kofte (Sjóstúga), som náer til Knæerne, man har ogsá nu tildags begyndt at lade Koften sye som en kort Overfrakke“. Seinni sigur hann: „dog er Sjóstugan eller Kótet yderst“.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.