Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 44

Fróðskaparrit - 01.01.1989, Side 44
48 FØROYSKA MÁLNEVNDIN í málsligari uppaling. Men haðan fáa tey tíverri ov mikið av gróti fyri breyð. At sjón- varpið roynist endurvarpingarstøð fyri danskt sjónvarp er einki minni enn ein van- lukka fyri málmenningina hjá ungum og til- komnum við; málið verða vit alla tíðina at umsita og væla um, skal tað ikki fara av lagi, eisini hjá teimum vaksnu. Hvussu fremm- anda t.e. danska, sjónvarpsevnið virkar á hugtakagerðina hjá børnunum kunnu vit hugsa okkum til - kanningar eru vist tíverri ongar gjørdar, men væl ber til at gjøtla um kortini. Tað ið sáað verður í hitt kvæma barnasinnið kemur upp so ella so. Eitt dømi skal eg nevna, sum eg haldi sigur meira enn drúgvar hugleiðingar. I eini framhaldssend- ing í sjónvarpinum um jørðina og lívslík- indini á henni var sum vant donsk frágreið- ing havd afturvið. Eina ferð kom fyri á myndini ein ávísur fiskur, og danskur frá- søgumaðurin nevnir hetta stenbider, sum tað eitur á donskum. I huganum á føroyska barninum, ið hyggur at, rekur kanska før- oyska fiskanavnið steinbítur, og ikki skuldi verið løgið um tað heldur fyri við seg sjálvt: So hatta er steinbítur, og leggur sær tað í geyma. Tað verður helst ikki lítið stríð hjá tí at venja seg við, at steinbítur er heilt annar fiskur, og at hesin fiskurin, ið danin nevndi stenbider, á føroyskum eitur rognkelsi. Um hesin føroyski fjølmiðil, ið vera skal, hevði sum fremsta mál at lívga føroyskt mál, nýtti hann tað sum eitt kærkomið høvi at latið køn fólk týtt og umskrivað talaðu frágreið- ingina og lisið hana aftur við myndasýning- ini. Hevði ein sovorðin frágreiðing verið væl gjørd og framborin, mundi hon verið til ómetaligan bata fyri málmenningina hjá børnum og unglingum - og tilkomnum við, tí eingin er ov gamal gott at læra. Og tað eigur at vera eitt krav, ið ongantíð tagnar, at á fremmandum tilfari, ið sent verður í sjón- varpinum, eigur at standa føroyskur undir- tekstur. Henda ómegdin at tveita sendingar við donskum tekstum á bandsýnaran kann ikki vera varandi málstevna hjá Sjónvarpi Føroya - her eigur einki at verða spart. Av tí at málsliga uppalingarumhvørvið er so broytt í grund, er tørvurin so mikið størri á dyggari málsligari leiðbeining bæði til ein- staklingin og almennar stovnar og fjølmiðlar, ið meir enn alt annað eiga málið - og tað er stór ábyrgd, tí sum málið er í bløðum og útvarpi og sjónvarpi, soleiðis verður tað hjá fjøldini. Her er tað, at ein ráðgevandi stovnur, sum ein málnevnd er, hevur sína fremstu treyt. Men eitt sigi eg beinan vegin, at eingin mis- fatan skal vera úr. Málnevndin ætlar ikki at taka av øðrum, ið góð eru í ráðum í mál- spurningum. Tílíkum fólkum er ogn í, og tíbetur eiga vit ikki so fá um alt landið, ið hava málsligar gripir at lata frá sær. Tað er oman á tað dygdargóða, ið til er í livandi føroyskum máli, at málnevndin sær sum sítt hægsta mið at byggja. Tað eigur og má vera tað haldgóða støðið, tí annars stóð húsið á kyksendi. Málnevndini er tað til eydnu lagað at hava fingið innivist í sama húsi sum Før- oyamálsdeildin heldur til í, og har hevur hon atgongd at tí virðismikla seðlasavninum til føroyska orðabók og kann gera sær nýtslu úr tí í ráðgevingini. Her skal eg eisini nevna, at vit vænta okkum nógv av orðasøvnunum eftir Tórarinn Evensen og faðir hansara A.C. Evensen, sum landsstýrið og Orða- bókagrunnurin hava keypt frá arvinga Tór- arins. Tórarinn arbeiddi alla ævi sína við at savna til danska-føroyska orðabók. Hann hevur trálisið tað nógva eftir okkara góðu høvundar við tí í huga at finna týðingar av donskum orðum og orðafellum, og tað er
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.