Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 32
40
Mangt er sagt um Magnus konga
eisini onnur kvæði upp eftir Biritu á Mýri, sum var gift við Jógvani
á Mýri, men var dóttir Jákup í Toftum, Rádni Bóndi kallaður.15)
Nevnast kann at Birita á Mýri var systir Joen Jacob Jacobsen, van-
liga nevndur Jógvan í Lopra, sum giftist 1835 við Julionnu Sofíu
Pálsdóttur úr Kirkjubø, ið var abbasystir at Sannulenu Paturs-
son.16) Av hesum kundi tað hugsast at verið beinleiðis keldusamband
millum A- og C-tekstin av kvæði okkara, men munurin teirra mill-
um er somikið stórur, at kvæðið er valla komið til Kirkjubøar frá
umhvørvinum hjá A-tekstinum. Av øllum teimum 5 avbrigdunum,
ið eru til av kvæði okkara, stendur A-teksturin næst D-tekstinum
úr Hvalba, meðan C-teksturin nærkast meira 6-tekstinum.
5-tekstin av kvæði okkara skrivaði Jakob Jakobsen, doktari, 1904
í Sumba eftir Cathrine Malene Symphor f. Jakobsen (Katrinu á
Gøtuni) (1862—1942).17) Katrina var gift til Sumbiar, men var fødd
í Fámjin og pápasystir at heimildarmanninum at £-teksti okkara.18)
Tað er tí mest líkt til, at hon, eins og hann, hevur lært kvæðið í
Fámjin, og tað er heldur eingin ivi í, at tekstirnir hjá teimum hoyra
nærri saman enn hinar uppskriftirnar av kvæði okkara. Kortini er
tað ein munur millum báðar tekstir bæði viðvíkjandi einstøkum
ørindum og niðurlagi, sum reisir spurningin, um bæði hava lært
kvæðið av somu(m) heimild(um) har. Av tí at hann, og óivað eisini
hon, hevur lært kvæðið ikki eftir bók (uppskrift), men í tungulist,
kann munurin hinvegin eisini fyri ein part verða mettur sum úrslit
av fyribrigdinum »oral composition«.19)
Kvæði okkara er til eisini í Islandi, har tað ber m. a. navnið
Margretar kvæói (sí ÍFkv 14) og er varðveitt i 3 avbrigdum, sum
eru savnað ávikavist í 17., 18. og 19. øld.20) Hin íslendski kvæða-
granskarin Vesteinn Ólason hevur ta áskoðan, at kvæðið er komið
til Islands úr Føroyum, og hann hevur í hesum sambandi víst á, at
tann elsta íslendska uppskriftin stendur S-teksti okkara serliga nær.
Um líkskapin millum báðar tekstir sigur hann annars: »Petta er í
sjálfu ser merkilegt dæmi um stoðugleika hinnar munnlegu geymdar
í báðum londum og f)ó einkum í Færeyjum f>ar sem kvæðið hefur
varðveist svo miklu lengur«.21) Tó at kvæðið ikki er kent aðra-
staðni, finna vit høvuðsmotivið í tí, t. e. blóðskemd millum systkin,