Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 116
124
Faroiska folksagor upptecknade efter 1950
7. Gegónin
Einaferð var tað ein maður og ein kona. Hann royndi at gera alt gott fyri
konuna, men einki var nóg gott. So var hetta galið, og so var hatta galið, og
tað var tað, at hon vildi sleppa sær av við hann. Hon forklagaði hann fyri
kongi, og hvat var hon at skylda honum fyri, tað vita vit ikki. Men boð kom
frá kongi, og hann skuldi møta hjá kongi, og kongur sigur við hann, at hviss
ikki maðurin fekk forsvarað seg ella nakað — kongurin var so illur — hviss
hann ikki skaffaði honum eina gegón til í morgins ári, so skuldi hann missa
høvdið. Neyðars maðurin fór avstað, illa hýrdur, og møtir einum manni —
einum gomlum manni. Hesin gamli sigur við hann: »Hví ert tú so múlatrútin
í dag?« Ikki var løgið, sigur hann, um hann var illa hýrdur, sigur hann, tí
soleiðis var. Hvussu skuldi hann skaffa gegón, sum ikki visti, hvat gegón var.
»Eg skal siga tær, hvussu tú skalt gera. Tú skalt siga við konu tína, at tú noyðist
at rýma av landinum, fyri at kongur ikki skal fáa fatur í tær. Men so skalt tú
fara upp á loftið, so hon ikki veit av, og gera hol niður ígjøgnum, soleiðis at
tú sært, hvat ið fyriferst í stovuni, og so skalt tú spakuliga smoyggja tær upp á
loftið og krógva teg, og einki skalt tú siga uttan: »Hoid fast,« tá ið tú heldur,
at tað passar (tær) at siga hasi orðini.
Á jú, hann ger soleiðis, sum hesin hevur sagt við hann, og hvat galt? Og
kvøldið kemur og nú verður borðreitt upp á stás, og har kemur ein maður, og
tey gera sær til góðar, konan og hesin fremmandi maðurin, og kvøldið gongur
av, so kemur songartíð, og tey lata seg úr. Konan hon fer fyrst upp í seingina
og biður hann rætta sær náttpottin. Nú — nú hon hevur fingið fatt í nátt-
pottin, nú rópar maðurin á loftinum: »Hold fast«. Hon biður henda fremmanda
mannin taka náttpottin frá sær. Aftur sigur hann: »Hold fast«. Og áføst vóru
tey við náttpottinum ímillum sín og so hann av loftinum og koyrilin í aðrari
hond og bankaði tey bæði av húsinum. Og so meðan, ávegis til kongaborgina,
nú koma tey fram við eina kúgv, og kúgvin hon slettir halan fast í henda væl-
signaða náttpott, og hann sigur: »Hold fast«. So nú var so gott, at øll trý,
hetta er tíðliga á morgni ella nærsagt á nátt. Nú eru tey komin undir vindeygað
hjá kongi. Tey grótu og illa lótu og venaðu seg, og kúgvin beljaði, og kongur
letur vindeygað upp og spyr, hvat hetta er fyri gangur og óljóð. »Hetta er
gegónin,« sigur maðurin, og so fær kongur at vita, hvussu vorðið var, og kongur
dømdi tað, at hann skuldi sleppa at skiljast frá konuni og sleppa at giftast upp
aftur; men hon skuldi ikki sleppa at giftast upp aftur, og hann gav hesum
manninum eitt gott livibreyð.
8. De tre røde gasehoveder fra Betlehem
Tað var ein maður og ein kona. Konan var altíð sjúk. So feilti henni hetta,
og so feilti henni hatta. Hann fór eftir medikamentum, sum hon skuldi hava, so
eitt og so annað, tað hjálpti hvørki eini ráð ella onnur. Hon segði: »Hviss ikki
tú fert til Betlehem eftir teimum trimum »røde gasehoveder«, so fái eg onga
hjálp.« Og maðurin hann gav seg til at fara, og eisini hesin maðurin møtir