Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 204
212
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
At hann, ið hetta skrivar, hevur dittaS sær inn á øki, har hann
er ikki serkønur og tí helst kann hava misskilt okkurt, vónar hann,
at søgumenn okkara fara at fyrigeva, finnast at og rætta. Tí fyrstani
tá kann verða bøtt um ta heldur kámu mynd, vit í løtuni í nógvum
førum eiga av farnum tíðum. Serliga miðøldini viðvíkjandi, har
lítið rivaði í, áSrenn Sverri Dahl og næstumenn hansara fóru til
verka.
StøSiS undir hesum yvirliti er bara í undantaksførum heimildarrit-
ini sjálv. Og tá verða tey altíS nevnd. Annars havi eg litiS á tær
prentaðu útgávurnar av heimildarritum, ið komnar eru (t. d. Joensen
1953, 1958), ella taS, iS kønir menn úr heimildunum hava drigið
saman í prentað, søgulig bókaverk (Andersen 1895, Degn 1929, 1945,
Jakohsen 1912, Joensen, Mortensen & Petersen 1955, Nolsøe 1955,
Pagel 1965, Petersen 1974, Ræstad 1912, Schreiner 1941 og Zacba-
riasen 1959-61). Har iS full semja er um viSurskiftini, verSa hesi
bókaverk ikki nevnd. Men verður okkurt serligt viðgjørt, ella víkja
áskoðanirnar hvør frá aðrari, verður gjørt vart viS taS. Mistøk, iS
hesir høvundar viS hvørt tykjast hava gjørt, havi eg loyvt mær at
rætta. Berar sagnir eru ikki nýttar uttan í rárum undantaksførum.
EvniS er skipaS í bólkar eftir sambindingarliðunum, og hvør bólkur
aftur skipaSur í tíSarrøS. Roynt verður ikki at taka upp í saman.
Handilssambandið — loyvd sigling.
Ómetaliga fløkt tykist taS — iS hvussu er honum, sum leikmaður
er á hesum øki — at fáa skil á handli og siglingarsambandi í 13.-15.
øld. Vanlig hugsan tykist vera tann, at longu í 12. øld var torført
hjá føroyingum at uppihalda siglingini, og frá seinru helvt av 13.
øld megnaSu teir ikki longur sjálvir hesa sigling til grannalond. At
norski kongurin í 1273 lovaði, at tvey skip skuldu ganga millum
Noregs og Føroya verSur vanliga skilt so, at føroyingar tá góvust
viS allari sigling um høv og tóku hana ikki uppaftur fyrr enn í 1805.
Men so var valla.
Tiltikna røða Sverra kongs í 1186 bendir ikki á niðurgongd í føroyskari sigling.
Norðmenn sjálvir vóru ikki ov væl fyrikomnir tá (Schreiner 1941). Korn treyt
teimum, og handilin við Ongland og Danmark munaði ov lítið. Tað var megin-
atvoldin í, at norðurtýsku býirnir við Eystrasalt, ið kundu útvega óavmarkaðar