Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 155
Hundaland
163
1 fleiri førum kunnu fólk siga frá, at tey hava havt eitt prus ella
sár, har hundalandi5 seinni kemur fram. Hetta prusið var ofta
komið, meðan tey høvdu fingist við seyð, oftast í sambandi við
fletting ella tá ið seyðarhøvd vórðu sviðin. Við hvørt hevur onkur
fingið sjúkuna, sum hevur verið stútaður av seyði, etið skerpikjøt,
viðgjørt skinn ella givið seyðabollar. 1 einstøkum førum er sjúkan
komin {, aftan á at fólk hevur rent seg móti seyðakrubbu ella loftsbita
í rúmi, har seyður hevur hildið til fleiri mánaðir frammanundan.
Umrøða:
Eitt tað fyrsta, sum ein varnast tá ein hyggur at 1. talvu er, at
sjúkan var ókend av øllum trimum læknunum í Suðuroy. Hetta
kundi fingið ein til at hildið, at sjúkan ikki finst har.
Skurv hevur verið kent sum sjúka í Føroyum leingi17. Lands-
djóralæknin er sum áður nevnt sannførdur um, at skurv er sama
sjúka sum orf, og hóast tað enn ikki eru gjørdar rannsóknir av
slíkum sjúkum seyði, man einki vera at ivast í, at tað er sama sjúka1.
Sambært upplýsingum landsdjóralæknans finst skurv eisini hjá seyði
{ Suðuroy. Tá havt verður í huga, at seyður í Føroyum javnan verður
fluttur oyggjanna millum, er hetta eisini ógvuliga trúligt.
Hundaland er vanliga ikki nøkur ring sjúka hjá fólki og er t!
lítið umrødd. Av somu orsøk man tíðin hava verið so drúgv til
sjúkuorsøkin varð staðfest.
Óvist er, um sjúkan ger seyðinum í Føroyum nakran mun. Lands-
djóralæknin metir, at sjúkan hevur ongan týdning. Ávísar frásagnir
frá øðrum londum kundu bent á, at hundaland í serligum førum
kann elva til týðandi fíggjarligan miss orsakað av sjúku ella deyða
millum seyð. Tað kundi tí møguliga verið gagnligt at gjørt nærri
kanning av skurvsjúkuni hjá sieyði í Føroyum.
HEIMILDIR
1. Bncrentsen, D. J.: 1971 (munnlig upplýsing).
2. Carr, R. W.- Alaska Med 10: 75 (1968).
3. Hansen, G.. N. Tidskr. for Vet. 9: 298 (1879).
4. Hart, L., Hayston, J. T. og Keast, J. C.: Aust. Bet. J. 25: 40 (1949).
5. Hatziolos, E.: L’ecthyma contagieux du mouton. Diss. Paris 1929.