Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 227
SambandiS føroyinga og útlendinga millum
235
danir, norðmenn og týskarar — ofta gingu fútastørv og handilsskapur saman
(Zachariasen 1959-61). Teir ferðaðust alla tíðina aftur og fram við skipum
handilsins. Prestarnir komu aftan á trúbótina, teir allarflestu, úr Danmark
(kirkjan varð beint eftir 1620 flutt undan Bjørgvinjar undir Sælands biskupsdømi).
Teir komu og fóru. Men summir støðaðust, helst teir, ið fingu góðar giftur. So
við og við vóru tað ofta presta- og embætismannasynir úr Føroyum, ið fóru
niður at lesa og komu aftur.14
Um læknarnar — bartskerarnar og landkirurgarnar — kunnu vit so dánt siga
(Carøe 1917), at av teimum 18, sum fingust við starvið frá 1584 og til fríhandilin
kom, vóru bara teir tveir føroyingar. Av hinum vóru tríggir norðmenn, ein
sweizari, ein úr Pommern, ein úr Schlesiu, ein tykist hava verið týskari og níggju
danir. Heldur ikki teir tykjast altíð hava livað »noget meget regelmæssigt liv«.
Útlendskar ættir, ið áttu jørð í Føroyum ella høvdu onnur áhugamál at røkja,
frætta vit um longu í 16. øld. Tær komu sjálvar ella sendu umboðsmenn. Stutt
eftir 1600 koma undan kavi fremmand nøvn, eitt nú á donskum harramannaættum
— ivaleyst leysingabørn, sum teir vitjandi hava lagt eftir seg (Zachariasen 1959-61).
Samgiftur vita vit um sera nógvar longu frá 1500-talinum. Bæði fólk, gift til
Føroya (fyrst úr Noregi (Bjørgvin), seinri mest úr Danmark), og føroyingar, bæði
mannfólk og konufólk, gift burtur í onnur lond longu tá, til Noregs, Danmarkar,
men eisini til Onglands. Her er at minnast til, at vanliga frætta vit bara um
slíkt, tá ið sakarmál hava verið, mest um arv. Trongt mark var fyri, hvussu
nær ið hjún kundu vera skyld, og var hetta ein atvoldin í, at útlendingar,
sum vórðu hildnir vera nakað (t. d. prestar), gingu so skjótt inn í tær mest
múgvandi føroysku ættirnar. Ættarbondini teirra millum vóru tí longu nógv i
16. og 17. øld (Zachariasen 1959-61).
Føroyingar, ið tænt hava úti og eru afturkomnir, eru nevndir ymsastaðni. Lítil
ivi man vera í, at ein partur av teimum nógvu konufólkunum, sum sigast vera
farin til Bjørgvinjar í fyrra parti av 16. øld, er afturkomin. Og var tað sum
í Hetlandi, hava mannfólk verið uppií. Helst hevur tað verið sum nú, tá ið
ungfólk fara burtur at tæna. Stutt eftir 1600 vita vit um ungan mann, sum fór
at tæna hjá góðum fólkum í Danmark og fleiri ár seinri kom heim aftur at
búgva. í 1616 hevði Jørgen Dáe úr bygd inni á Skálafirði við sær niður til
Danmarkar 14 ára gamlan drong, sum fór at tæna í Danmark, og sum seinri
gjørdist stórur maður í Islandi (sí frammanfyri). Wolff (1651) nevnir i bók síni
(sum fyri ein part, ið hvussu er, tykist vera uppafturtøka av Claussøn Friis), at
føroyingar komu ofta væl fyri og fingu góð størv, tá ið teir komu til Dan-
markar.
Um beinleiðis skúlagongd vita vit (Jacobsen 1952, Øssursson 1963), at Eyðun
Andrasson (seinri próstur í Føroyum) gekk í skúla í Bjørgvin um miðjuna á 16.
øld. Mikkjal í Lamba gekk í skúla í Bjørgvin u. 1. 1580-85, og eisini sonur hans-
ara (við seinru konuni) gekk í skúla har u. 1. 1635. Sonur Suðuroyarprest gekk
í skúla í Bjørgvin og fór í 1619 haðani at lesa til prest í Keypmannahavn. Gingu
ungir føroyingar javnan í skúla í Bjørgvin fyri 1620, so kom leiðin eftir hetta