Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 228
236
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
ár altíð at liggja um Keypmannahavn (Zacbariassen 1959-61). Tora vit at líta
á, at yvirlitið hjá Øssurssyni (1935) er toluliga fullfíggjað, hava frá 1592 fimm
studentar verið fyri 1620, bara ein teirra er tó merktur at hava tikið prógv í
Bjørgvin. Síðani hava 17. øld út 14 føroyingar tikið studentsprógv, ein í Bjørgvin,
ein í Helsingør, tríggir í Havn, men teir níggju í Keypmannahavn. Úr 18. øld
eru 31 (eingin frá 1769-90), ein í Slagelse, tveir í Sorø, tríggir í Roskilde, seks
í Keypmannahavn, níggju í Helsingør og tíggju í Havn (teirra millum J. C.
Svabo og Nic. Mohr, ið báðir hildu fram at lesa). I 19. øld til 1856 vóru bara
tilsamans átta føroyskir studentar — ein í Rønne, ein í Vordingborg, ein í
Helsingør og fimm í Keypmannahavn. At latínskúlin í Havn var dottin niður
fyri, hevur gjørt stóran mun. Frá 1792-1835 vóru bara tveir føroyskir studentar.
Síðani komu teir toluliga regluliga.
Eisini um handverkarar er eitt sindur at finna. Stutt eftir 1600 er nevndur
ein gullsmiður (Jákup, ið seinri gjørdist sorinskrivari). Annaðhvørt hann var
føroyingur ella ikki, má hann hava lært uttanlands (um ikki gullsmiður bara var
eykanavn). 1 1616 nevnir Jón indiafari, at Úlavur Lavarsson á Skála, ið var
kønur í øllum jarnsmíði, hevði lært handaverk sítt í Tróndheimi. — Fyrsta, ið
nevnt er um kol í Føroyum, er í 1626 (Rasmussen & Noe-Nygđrd 1969). I 1733
verður danskt skip sent til Føroya við eingilskmanni, sum setur á í Oyrnafjalli,
men tað datt niðurfyri longu árið eftir. 1 1760-unum ferðaðust runt í Føroyum
tveir útlendskir kolamenn. Teir settu á í Hvalba og høvdu nakrar tunnur av
koli við sær aftur til Keypmannahavnar. 1 1777 kemur aftur útlendingur at leita
og hevur við sær í 1778 tveir menn úr Kongsberg. Roynt verður í nøkur ár, og
fleiri útlendskir kolamenn tykjast ikki hava verið uttan ein námkønur maður
— »bjergkandidat Kruuse«. Svabo (1959) sigur, at u. 1. 1780 varð kolið til
útflutnings annaðhvørt flutt beinleiðis úr Hvalba við handilsins skipum til Keyp-
mannahavnar ella úr Havn, hagar tað fyrst varð flutt av skotskum skiparum.
I 1804 gavst ríkið við hesum royndum, og síðani varð kol bara høgt til húsarhald.
— 1 1786 kom Per bøkjari úr Danmark til Rybergs handil. 1768-88 arbeiddu
nógvir útlendingar við sama handil. í 1815 fer við »Færøe« maður av Toftum.
Hann varð settur av í Noregi og gjørdist seinri skraddari í Havn. Um leið 1840
fer sýslumanssonurin Joh. Mich. Miiller til Danmarkar at læra til bøkjara. Seinri
fór hann til Hetlands at læra at hagreiða sild. Út móti miðjuni á 19. øld frætta
vit bæði um snikkara og dreyara í Havn. Eisini vita vit um unga gentu úr Norð-
uroyggjum, sum í 1836-37 lærdi til ljósmóður í Keypmannahavn (Ehlers 1893).15
Lagt kann verða aftrat, at Boeg (1902) í tilfari sínum til tuberklakanningarnar
nevnir fleiri dømi um føroyingar, sum seinast {18. øld hava verið úti og lært.
Á hesum staði skal bara stutt verða nevnt, at vit eisini vita um fleiri útlendskar
rannsóknar- og vísindamenn, sum vitjað hava Føroyar og — summir teirra —
hava verið víða um í oyggjunum við fylgi. 1 1709 hin kenda kanningarnevndin
(Kommissionsbetankningen 1709-10 1934), ið gav frágreiðing. í 1789 hin tiltikna
Stanley-rannsóknarferðin (West 1970, 1975,1976).! 1811 bretskur náttúrufrøðing-
ur, ið ferðaðist til Kvívíkar og Vestmanna, og sum kom við bretskum skipi