Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 109
Faroiska folksagor upptecknade efter 1950
117
Krákudóttir togandi, og hon sær mannin sum tær, ið bað hjálpa sær. »Ja«, segði
hon, »eg skal koma beinanvegin«, og fór at hjálpa honum. »Alt gangist tær væl
í lag«, segði gamli maðurin, tá hon so varliga hevði pilkað mosan úr tonnum
hans, og hon var eisini so glað at hava kunnað hjálpt honum. Sama var við
kúnni og ærini, hon hjálpti teimtzm so væl, hon kundi; hon hugsaði einki um
sínar fínu hendur, men vildi bara so fegin kunna hjálpa teimwm. »Alt gangist
tær væl í lag«, segði tey øll við hana, »í hvar tú fert og ert«. Og so fór
hon so glað sína leið, har hon skuldi vera arbeiðskona, og gjørdi alt so væl og
gott, skrubbaði og skúraði alt so væl, so væl, bæði beinkir og skamlar, pottalok,
byttur og tuflur, pottar og trog (fiskatrog og grindatrog); alt, alt skein, meðan
hinar báðar einki tímdu gera, tí tær skuldu og vildu vera so finar, so fínar og
ikki tímdu at gleða ein annan, tí tær ikki vóru glaðar sjálvar (sum ein segði við
meg einaferð um »tann ið ikki gleðir annan, er ikki glaður sjálvur«).
Eisini reiddi hon sengurnar upp hvønn ein morgun og sópaði gólvini við
kveistrinum so væl inn í hvønn ein krók og sópaði alt støv og sót niður úr erva
og krókum; hødduna á øllum, á døgurðapotti, nátturðapotti og øðrum pottum
varð eisini skúrað so blankt við fínutra sandi og tvøga av posalørifti, og mjólkar-
dyllurnar ikki minst, og biðiskinn, fetil og haft, og mjólkarsílin, ið eisini var
av træ og skúrað við; løriftalappi varð bundin um opningin á sílini og varð
eisini vaskaður væl og virðisligani; skúraði við fínum sandi og tvøgu hvørt eitt
gólv og allar beinkirnar, ið vóru í roykstovuni, skamlar og øll pottalokini og
tuflur (av træ, sera hvítum, vóru allar).
Tá Krákudóttir alt hettar hevði gjørt, vaskaði og greiddi hon sær og setti seg
við stokkum ella einum hvørjum øðrum arbeiði, ið fyri fall í húshaldinum hjá
matmóður síni, so matmóðirin fekk stóran tokka til hesa góðu gentu, sum so
trúliga gjørdi alt sítt arbeiði. Men hinar báðar systrarnar, tær tímdu einki at
gera av nøkrum, alt var for skitið og ilsligt fyri tær, teirra fínu fingrar; heldur
hevði mamman ikki lært tær nakað at gera, so tað kom teimum illa afturum-
aftur, nú tær skuldu standa á egnum beinum úti í lívinum. Nú var tíðin komin,
tær skuldu allar heim aftur til hús til sín sjálvs, og tær skuldu fáa løn sína; tað
vóru 3 skrín sett til tær, hvør skuldi eiga sítt. 1 var reytt, eitt grønt, triðja
svart, og tær báðar yngru systrarnar tóku beinanvegin tey vøkru skrínini, so
tað svarta, var eftir til Krákudóttrina, sum vant. Skrínini vóru læst til, og
lønin í. Nú tær koma til hús og fara so glaðar at bróta upp skrínini, nú vilja
tær forfarast; nú er einki uttan bøkkar og mold í skrínunwm, og maðkar skriðu
uppúr, og tær at spyrja Krákudóttur, hvat hon hevði fingið. Nei, hon hevði
einki fingið, mátti hon so siga, um tær ikki skuldu tikið alt frá henni. Tær
tonktu ikki meir um hettar, tí hennara skrín var eisini nógv tað ljótasta, so
har var einki í, hildu tær; men Krákudóttir hevði fingið so nógv og so pent,
at hon hoppaði av gleði fyri seg sjálva; har vóru í skríninum 3 so vakrir
kjólar, ein skein sum sólin, ein sum mánin og triði sum stjørnurnar, og so vóru
eisini trinnir svartaskógvar til hvønn kjólan og 3 hattar eisini til hvønn, so hon
var ovurmáta glað um alt tað nógva stásið, ið hon hevði fingið fyri allan sín