Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 215
Sambandið føroyinga og útlcndinga millum
223
handilin høvdu í hondum. Tí hesir keypmenn nýttu altíð stórt tal av hálendskum
handilsskipum til at føra føroysku vørurnar til ríkið ella beinleiðis til Hálands
at selja. Og upp í hesa sigling heldur Beenhakker teir hava blandað loynihandil,
sum skjótt vant upp á seg. Beinleiðis heimildir sigur hann ikki at vera fyrr enn
í 1646 (tá ið handilin síðan 1620 eina tíð hevði ligið undir Keypmannahavn, og
»Det islandske kompagni« í 1652 hevði fingið rætt at taka skip við egnum
herskipi (Andersen 1895)). Men síðani eru alla seinru helvt av 17. og fyrru helvt
av 18. øld mest at siga regluligt samband. Ofta eru fleiri skip árliga og ofta
ár undan ári. Sum áður nevnt er at minnast til, at føroyskar heimildir siga bara
frá tílíkum málum, tá ið ikki longur bar til at dylja tey. Hald varð fleiri ferðir
lagt á skip, og t. d. norðoyingar, suðuroyingar, sandoyingar og skúvoyingar komu
illa fyri — nógv sakarmál vóru.
At so góð skipahavn sum Trongisvágsfjørður hevur verið uppi í
loynihandlinum fyrst í 1600-árunum, og tað helst í stórum, prógva
kanningarnar hjá Sverra Dahl (1980).
1 1952 rannsakaði hann toftina á Krambatanga £ Líðini á Trongisvágsfirði,
har søgnin segði hálendingar hava havt handil og møguliga goymsluhús, og har
maður, ið skar torv, f bakkanum beint oman fyri Krambatanga, £ 1913 hevði
funnið Kristmynd skorna úr eikiviði, og sum tá av kønum monnum varð mett
at vera xnederlendskt handverk frá 1600-árunum« (Dahl 1968). Sverri fann (Dahl
1980, úrslitini eru enn ikki kunngjørd) £ toftunum av krambúðini »tigulsteinar av
hálendskum slagi, t. e. gulir, smáir tigulsteinar (sonevndar »moppur«), blýkúlur,
flintbitar og leirílatabrot. Eitt teirra, áhugavert í hesum viðfangi, var prýtt við
forvitnisligari mansmynd ella rættari andliti av einum manni, og — vinstrumegin
tað — 16, ið man vera árstal, men tíverri var høgrumegin brotnað so nær
myndini, at um nakað tal hevur verið har, var tað burtur. Eftir talinum, sniðin-
um, glasingini og myndini man hetta vera flat frá 1600-árunum og annaðhvørt
hálendskt ella kanska enskt«. Sverri ger henda úrskurð: »Tað vóru hálendingar,
sum høvdu loynigoymsluhús yviri á Krambatanga helst fyrst í 1600-árunum ella
har um leið. Teir mega hava verið loynihandilsmenn, tó tað er ikki lætt at fata,
at teir hava verið har við so miklari útgerð, uttan at nakð er viðmerkt um teir
nakrar staðir«.
Vert man vera at nevna í sambandi við kanningar Dahls, at Lucas Debes (1673)
skrivar: »Siden Trungesvaag (inderlig udi denne Fiord er en meget god liden
Hafn/kaldet Punthafn; noch mellem en Holm oc det faste Land/huor mand kand
binde Skibet fast med Landtow/ oc paa en Fiæl gaa aff Skibet paa Landet:
Ellers er der ofver alt i Fiorden god Sommer-Hafn)«. Sum allir Tvørámenn vita,
og, sum tað sæst á kortinum (M 47 í Farøernes KortLegning, Geodætisk Instituts
Publikationer VI. Kbhvn. 1944), er Punthavn (ella sum sagt verður: £ Puntanum
ella yviri í Puntanum) nakað eystari enn Krambúðin, vestari enn víkin Byrgis-
havn. Og Lítlhólmur liggur beint áraka Krambúðina.