Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 33
Mangt er sagt um Magnus konga
41
aftur í fleiri øSrum balladutýpum í NorSurlondum (sí TSB D
86—96 Incest motifs) og í Bretlandi (sbr. t. d. Child nr. 50 The
Bonny Hind, og nr. 52 The King’s Dochter Lady Jean).22)
Sum vant viS skaldskapi av manna munni er kvæSi okkara eyS-
kent av ymiskum broytingum, sum tó oftast halda seg innan fyri
tann episka karmin hjá kvæSinum sum balladutýpu. 1 C- og £-tekst-
unum finna vit kortini dømi um størri broytingar. f báSum førum
snúgva tær seg um leiklutin hjá Magnusi kongi í sambandi viS, at
Margreta varS innibrend, fyri at dómurin yvir hann kann verSa
mildari. í C-tekstinum verSur hetta gjørt viS at lata ta illu abba-
dissuna revsa til deyða, tí hon segSi konginum frá, at dóttirin var
viS barn, og lænti honum hestin til at fremja illgerSina. í £-tekst-
inum er seinasta ørindið (35) enntá vorSiS til eitt opið mótmæli, at
nakaS álítandi prógv er til um illgerS hansara, tó at hetta mótsigur
á ørkymlandi hátt tí, sum beint undan er sagt um leiklut hansara.
Hvussu henda mótsøgn, sum mær vitandi er eindømi í føroyskum
kvæSum, skal skiljast, er ein spurdómur, uttan taS at ørindiS man
óivaS vera seinni nppíyrking. Ein gáta fyri seg er, at heimildar-
maSurin (NJN) segSi seg minnast ørindiS serliga av einum tilburSi,
har pápasystir hansara í Sumba hevSi havt taS á munni, tó at taS
er ikki at finna í 5-teksti hennara í FØROYA KVÆÐUM11-12).
EySvitaS er taS møguligt, at hon hevur gloymt ørindiS av misgáu,
men eg meti taS vera sannlíkari, at hon hevur lagt taS burturúr viS
vilja tí henni varS greitt, at taS var eitt leyst ískoyti, sum ikki skuldi
takast fyri fult. NiSurstøSa mín er tí, at hetta ískoytiS, sum: ger
kvæðið til einkis (NJN), hevur upphavliga havt virki (funktión)
sum eitt argingarørindi, helst tá iS kvæSiS varS kvøSiS á gólvi.23)
VIÐMERKINGAR
*) 1 Grundtvig & Bloch FØROYA KVÆÐI (útg hjá CM & ND) eru tekst-
irnir prentaðir soleiðis: CCF 77, tátturin Frtigvin Margreta, í 3. b. (Kbh. 1945),
bls. 189—197, 200—209, 212—220, og CCF 31 í 1. b. (Kbh. 1951—63), bls.
650—653. I Jonsson, Solheim, Danielson THE TYPES OF THE SCANDI-
NAVIAN MEDIEVAL BALLAD (Sth. Oslo etc. 1978), seinni stytt TSB, er tað
fyrra kvæðið (tátturin) skipað sum TSB C 22 Frúgvin Margreta — The Nor-
4 —■ Fróðskaparrit