Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 55
Glacial striae
63
Rasmussen, J. & Noe-Nygaard, A. 1969: Beskrivelse til Geologisk Kort over
Færøerne. Danm. Geol. Unders. 1. Rk. No. 24.
Rasmussen, J. & Noe-Nygaard, A. 1970: Geology of the Faeroe Islands. Danm.
Geol. Unders. 1. Series No. 25.
Rudolphi, H. 1913: Die Fiiroer. Z. Ges. Erdk. Berl. 57 pp. Wien & Leipzig.
ÚRTAK
I Fróðskaparriti 25. og 26. bók var sagt frá ísgongdini i Suðuroy og í Sand-
oynni (Jørgensen & Rasmussen 1977, 1978). 1 hesari greinini verður sagt frá
ísgongdini í Suðurstreymoy, Nólsoy og sunnasta parti av Eysturoynni, sunnan
fyri Lambavík.
Hóast ikki sjálvur jarðfrøðingur so var bretin Robert Chambers longu í 1855
varðugur við ísmerkt landslag ymsastaðni í Føroyum, m. a. í Suðurstreymoy
nærindis Havnini (Chambers 1856). Seinri, i 1879, gjørdu jarðfrøðingarnir James
Geikie og Amund Helland gjølligari kanningar av glersetingini víða hvar x land-
inum og merktu á kort tær ísskøvur og tað seyðagrót (roches moutonnees) sum
teir bóru eyga við. Eins og aðrir seinri, t. d. Grossmann & Lomas (1895), siga
teir at ísurin suðuri á Streymoynni og Eysturoynni gekk í landsynning.
Eygleiðingar okkara av ísskøvum og seyðagróti cru í greinini settar upp í røð,
talmerktar, talið sipar til hjálagt kort, og sundurbýttar í bólkar sum hvør sær
er gjøllari umrøddur x greinini.
Hesar eygleiðingar vísa, at ísurin, tá hann lá víðastur, huldi alt økið sum her
er røtt um, at høvuðsgongdin var í landsynning, men at frávik vóru.
Isskøvurnar og ísbrýningarnar vísa at ísurin gekk út eftir Kollafirði og Kald-
baksfirði, men úti við fjarðarmunnarnar snaraði hann suðurá og helt frarn
í landsynning saman við ísinum úr Sundalagnum. Hetta sæst skilliga á isbrýn-
ingini inni á fjørðunum og við fjarðarmunnarnar, m. a. vestan fyri Hvítanes.
Ikki fyrr enn ísurin minkaði í sundinum slapp ísurin úr Kollafirði og Kald-
baksfirði út í Sundalagið og Tangafjørð.
Eystantil á Skálafirði gekk ísurin upp um Lambareiði og út av Lambavík,
eisini gekk hann upp um hálsin sunnari og út av Rituvík.
Vcstan fyri Kirkjubøreyn og røðina norður eftir gekk ísurin í útsynning.
í Nólsoy vísa ísskøvur og seyðagrót norðuri á Stongini, á Eiðinum og upp
eftir Høgoyggj, at ísurin er gingin í landsynning eystan. Eftir ísbrýningini at
døma er líkt til at Nólsoyggin øll sum hon er hevur verið huld av ísi.