Fróðskaparrit - 01.01.1981, Side 295
Tinganes 1673
303
Munkastovan er fyrstu ferS nevnd undir hesum navni í lýsingini
frá 1670, men í yvirlitunum frá 1619 og 20 er nevnt eitt hús, Loftið,
sum ikki fær verið annað enn Munkastovan, tí ein svala gongur
tá fram við Loftinum og Garðsstovuni, og Garðsstovan var, sum
seinri nevnt, vestari endi á Leigubúðini. 1 1619 og 20 er eisini
nevndur kjallari undir Loftinum.
13. Leigubúðin verður mangan í keldunum nevnd Kongsins
leigubúð fyri ikki at blanda við leigubúð keypmansins. Leigubúðin
varð brúkt av fútanum at taka ímóti kongsinntøkunum, jarðarleigu,
kongsskatti, bótum v. m. Keypmaðurin sigur í 1673, at Leigubúðin
kom óskalað undan eldsbrunanum. Á kortinum hjá Rasmus Juel
frá 1710 (1. mynd) er hon nevnd Landfogedens Bod og er avmerkt
á tí stað, har hon enn stendur, tó umbygd. í húsasýninum frá 1709
er Leigubúðin søgd at vera 25s/4 alin long og 7S/4 alin breið. Hoin er
sundur skilað í tvey rúm, og upp at henni er múraður ein kovi, 10
alin langur og 3V2 alin breiður. Hesin kovi sæst á kortinum hjá
Rasmus Juel at vera við eystara enda á suðurvegginum.
Leigubúðin er gjølliga lýst í sýninum frá 1670, og verður har
nevnt, at vestari partur av Leigubúðini áður varð nevndur Garðs-
stovan. Leigubúðin er ikki nevnd í yvirlitinum frá 1619 og 20,
men er nevnd í øðrum sambandi fyrstu ferð í 1619 (Tingbókin
1615—54:97). Tá var Garðsstovan eitt av teimum húsum, sum
handilin brúkti, og er hon tí at finna í yvirlitunum frá 1619 og 20.
14. Vevarastovan. 1 vitnisfrágreiðing síni frá 1673 sigur keyp-
maðurin m. a. frá teirri vøru, sum var í hinum handilshúsunum, ið
ikki brunnu. Her nevnir hann eisini vøru í Veffuer Stuen. Vevara-
stovan er fyrstu ferð nevnd í 1667 (Løgtingsbókin 1666—77:
21—22), tá ið genta sorenskrivarans, Bergit Jensdatter, var noydd
at búgva eina tíð hjá fútanum, »da Veffuer Huusett blev neder
brutt«. 1 1671 sæst, at Jonas Trellund, sum hevði havt handilin
í hondum fyri Gabel, hevur átt Vevarahúsið (Løgtingsbókin
1666—77:144—45). Árið fyri hevur fútin Gabels vegna lagt hald
á húsið fyri skuld. Helst hevur Vevarastovan staðið somikið burtur-
frá, at tað ikki hevur havt nakran áhuga í sambandi við elds-
brunan, men hon kemur ikki fyri aftur í yngri keldum.