Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 110
Fárðiska folksagor upptecknade efter 1950
118
trúskap og arbeiðssemi — og soleiðis gongst tað honum, ið altíð er hjálpsamur
og hugagóður til arbeiðis sum hesi stakkals gentu, ið ongan góðan hevði í verð-
ini. — So, nú einaferð, nú skal stórt brúdleyp standa og brúðarparið fara
í kirkjuna, og alt fólkið fór at síggja hettar brúðarpar (soleiðis nakað haldi eg,
tað var, at tað var brúðarvígsla í kirkjuni), og hesar systrar fóru við, men
Krákudóttir mátti sita eftir í øskuni og henta ein heilan sekk av ertrum upp
aftur, sum stjúkmóðirin hevði stoytt í øskuna fyri at forða henni; men hon bað
allar himmalsins fuglar koma sær til hjálpar, og teir so komu úr øllum ættum,
og skjótt var alt upppikkað, og so gamla at vaska og greiða sær pent, so pent,
at tað skein av gomlu, tá øll øskan var skolað burtur, tí hon var so frið og
pen, og so at lata seg í tann fyrsta kjólan, ið skein sum stjørnurnar, og skógvar
við, og so í kirkju, men setti seg í uttastu brík fyri at sleppa skjótt út aftur,
áðrenn hini fóru; men tá hon skuldi skunda sær úr kirkjuni, misti hon skógvin
av øðrum fótinum í forkirkjuni, og skógvurin stóð eftir, tí hon mátti skunda
sær, so eingin skuldi síggja hana, men kongssonurin hevði sæð hana alla tíðina
í kirkjuni, tí hon var so avbera vøkur ein genta, í øllum hesum stási, ið klæddi
henni so væl, og kongasonurin vildi finna hesa gentu, ið mist hevði henda
skógv, tí tað mátti vera tann sama genta, ið hann hevði sæð alla tíðina fyri
sær, og hann at leita allar gentur upp, ið passaði henda skógvin, men eingin
passaði. Tá legði henda stjúkmóðirin ráð upp við døtur sínar, at høgga at(!)
tánni og hælinum — og tá passaði skógvurin; og tá so kongasonurin fór ríð-
andi við gentuni á hesti sínunt til slottið, tá sang ein fuglur uppi í einum træi:
»Høggin hæl, og sníðan(!) tá, heima situr jomfrú við gullskógvi á«. Tá fór
hann at hyggja og sá, at skógvurin var fullur av blóði, og renai hana frá sær
aftur sín veg. 2. dagin var fólkið aftur komið saman i kirkjuni, og gekst tað
Krákudóttur pá sama máta sum tann fyrra, mátti sita í øskuni og henta so
og so nógv upp av korni, áðrenn hon slapp nakrasteðs; men himmalsins fuglar
komu og hjálptu henni, sum hon teir bað; og læt hon seg so í hin næstpenasta
kjólan, ið skein sum mánin, og hatt og skógvar hartil, og so hon í kirkju og
setti seg í uttastu brík. Men kongssonurin bar eygu síni alt fyri eitt við hana,
men misti hana úr eygsjón, tá hon so brádliga hvarv av kirkjuni; tá haldi eg,
hon eisini misti annan skógvin, men nú veit eg ikki reiðiliga, uttan líkamikið,
móðirin legði hini systrini ráð at høgga av hæli og sneiða av tánni, og aftur
sang fuglurin upp í trænum: »Høggin hæl og sniðin tá, heima situr jomfrú við
gullskógvi á«. Tá gjørdist prinsurin óður og lovaði, at ta rættu vøkru gentuna
skuldi hann finna, og læt tjøra forkirkjugólvið 3. ferð, tey vóru í kirkjuni
hettar brúdleypshald.
Og triðju ferðina pyntaði Krákudóttir seg í hin vakrasta kjólan, hatt og
skógvar, tá hon var liðug í øskuni, og fuglarnir, henni hevði hjálpt, so mis-
kunnarsamir móti hesi góðu gentu, ið hevði tað so ringt hjá sini stjúkmóður,
og fór aftur í kirkju; men tá hon skuldi flýggja av kirkjuni, stóð skógvurin
fastur eftir í gólvinum, og tað var hin allarvakrasti gullskógvurin av øllum
vøkrum skógvum, ið nakar prinsur hevði sæð, og lovaði hann við sær sjálvum