Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 36
44
Mangt er sagt um Magnus konga
15) Umfram CCF 31 hevur Birita kvøðið fyri Hammershaimb: CCF 23 A,
44 B, 109 D, 156 A og 188 (sbr. Grundtvig & Bloch FØROYJA KVÆÐI (hdr.),
1. b., bls. CVII í Alfabetisk kilderegister). Viðv. ævisøguligum upplýsingum um
Biritu á Mýri vísi eg til Poul Andreasen ÚR VÁGS SØGU (Vági 1977 bls. 100).
16) Sbr. Poul Andreasen op. cit., bls. 228.
17) Nevnast kann at í søvnunum hjá Jakob Jakobsen er til ein onnur,
óprentað, uppskrift eftir Katrinu á Gøtuni av CCF 124 Faðir og dóttir.
18) Katrina og pápi NJN, Poul Johannes Nielsen (Pól í Trøðum), vóru
hálvsystkin. Tey høvdu somu mammu, Annu Elisabeth Jacobsdatter, sum var
fødd 1831 í Hvalbiar sókn og giftist til Fámjins.
*•) Viðv. hugtakinum oral composition og nýtslu tess í sambandi við balladu-
yrking sí t. d. David Buchan THE BALLAD AND THE FOLK (London &
Boston 1972, bls. 51—61, Chapter 6 Balladry and Oral Poetry) og Wayne A.
O’Neil The oral-formulaic structure of the Faroese kvaði, pr. i FRÓÐSKAPAR-
RITUM 18. bók (1970), bls. 59—68. — Avbrigdini, sum eru prentað høgrumegin
£-tekst okkara, kunnu samanberast bæði við nevnda fyribrigdi ella tað, sum eg
havi nevnt valfríar formar í sambandi við eitt annað kvæði eftir NJN, Fámjin,
sí grein mína Várharra tekur í Jákupsa hond, pr. í SJOTlU RITGERÐIR
HELGAÐAR JAKOBI BENEDIKTSSYNI 20. JÚLI 1977 (Rkv. 1977, seinni
partur, bls. 600—608).
20) Viðv. tekstunum av kvæðinum sí ÍSLENZK FORNKVÆÐI (....) udgivet
af Jón Helgason: I (Kbh. 1962, bls. 98—105), V (Kbh. 1965, bls. 63—69) og
VII (Kbh. 1970, bls. 94—95) (= EDITIONES ARNAMAGNÆANÆ SERIES
B, vols 10, 14 & 16).
21) Sí grein hansara Eitt er frøðið úr Føroyum komið, pr. i BÓKATÍÐ-
INDUM (frá Bókagarði), 7. árg., Nr. 1, november 1978, bls. 77—80, og bók
hansara SAGNADANSAR (Rkv. 1979, bls. 376).
22) Si TSB, bls. 100—102, Francis James Child THE ENGLISH AND
SCOTTISH POPULAR BALLADS (útg. Dover Publications, N. Y. 1965), vol.
I, bls. 444—447 og 450—454, og Poul G. Brewster The Incest Theme in Folk-
song (Helsinki 1972, bls. 15—16) (= FF COMMUNICATIONS No. 212).
23) Tá ør. 35 varð kvøðið á fyrsta sinni, kundi eg hugsað mær tilgongdina
at hava verið hesa: Tá skiparin hevði kvøðið kvæði sítt at enda, hevur onkur
hjástaddur beinanvegin kvøðið og kanska yrkt á gólvi ørindið afturat, helst
meira fyri arga skiparan og dansifólkið enn at gera kvæðið sjálvt til einkis. —
Sum eitt slag av meira góðsligari arging kann ein meta dømi um avbronglaða
kvøðing, sum ein kann hoyra av niðurløgum í dansi, eitt nú: Grani kom fullur
av heiði (fyri: Grani bar gullið av heiði), ella: Dansið væl í stivlum (fyri:
Dansið væl í stillum).
Upplýsingar um nøvn og árstøl í greinini viðvikjandi persónum úr Suðuroy
havi eg fingið — umframt frá fólkateljingum á Landsskjalasavninum — frá
sóknarprestunum Elsu Funding, Hvalba, Johan Weihe, Tvøroyri, og Bjarna Bæk,