Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 84
92
Fornfrøðilig rannsókn undir Porkeris kirkju
lesa í roknskaparprotokollini: »Kirken med nyt Klokkehuus efter
fornødenhed forsynet«.n
Tilfarið frá 1804 og frameftir gevur hópin av byggifrøðiligum
upplýsingum — sýnini um standin, kirkjurnar hava verið í, um
neyðugar ábøtur, og roknskapirnir m. a. um tilfar, ið keypt verður
til hesar ábøtur. Tó er ikki pláss til á hesum sinni at lýsa hetta tilfar
út í æsir. Fari bert at nevna tær upplýsingar, ið eg meti hava størstan
týdning fyri byggisøgu kirkjunnar og sum kunnu lýsa teir vansar,
vit seinni koma at nema við.
Gólvið.
Kirkjan frá 1724 hevur sum omanfyri nevnt steinsett gólv.
Miðskeiðis í 1700-árunum fara menn at tosa um at fáa timburgólv
í kirkjuna.12 Tó er tað ikki greitt, um hetta ynski verður framt tá,
tí einki skrivligt er varðveitt frá seinna helmingi av hesi øld.
Tá gólvið verður umrøtt aftur, í sýninum frá 1816, er tað ógreitt,
um gólvið enn er steinsett. Men í roknskapinum fyri 1838 stendur,
at kirkjan »behøver nyt Gulv i Choret og Brædegulv ønskes i For-
kirken«. Tá er timburgólv í kórinum, og hevur tað óivað ligið á
í nøkur ár. 1 1841 verður kórsgólvið umvælt, og forkirkjan, sum
hevur havt steinsett gólv inntil tá, fær nú eisini timburgólv.13
Fivussu vorðið er við sjálvum kirkjuskipinum, er sum nevnt ógreitt
í 1816. Men í 1845 er skilligt, at nú er timburgólv í skipinum, tí
í hesum sýninum stendur, at »i Kirkens Skib .... er .... Gulvet
ved Indgangen .... dtlig14 fordærvet«. Um so timburgólv hevur
verið í øllum skipinum ella bert í miðgongini, sum ofta er í før
oyskum kirkjum um hetta mundið, er ilt at siga. Heldur ikki kunnu
vit siga nakað um, hvat ár timburgólv er lagt í skipið.
Stórviður og veggir.
Upplýsingar um stórviðin úr teim skrivaðu heimildunum eru
ógvuliga fáar. I sýninum frá 1751 hoyra vit, at ein av undirsyll-
unum eigur at verða skift út. Síðan hoyrist einki aftur fyrr enn
í sýninum frá 1835. Tá er tað undirsyllin á sunnaru síðu, ið tørvar
umvæling. At einki hoyrist um ábøtur av tílíkum slagi í hesum
langa tíðarbili, kann møguliga koma av, at so fáar skrivaðar
heimildir eru varðveittar frá hesum tíðarskeiðinum.