Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 170
178
Rannsókn Vesturi í Horni í Syðrugøtu
er avmarkað í beina linju. NorSari parturin hevur moldgólv oman
á morenuni. Møguliga hava húsini veriS skildraS í tvey, men tá
hvørki stólpahol ella veggjarstøSi finnast, meti eg steinsetingina í
sunnara helmingi vera til tess at bøta um jarSarmunin, sum er stórur
— heilir 75 cm ella 11/m. NorSast eystast liggja tveir stórir steinar,
tann eystari hevur veriS nýttur í eysturvegginum, hin hevur veriS
inni í húsinum.
Eystur frá toft 1 og suSur til koyrivegin er steinsett tún.
Sum taS skilst av frágreiSingini av toft 1, so er bert eitt, sum er
greitt, og taS er, at taS hava veriS eini sethús. Tá toftin er so nógv
oySiløgd, verSur ógjørligt at lýsa útsjónd ella byggihátt.
Toft 2.
Toft 2 stendur á sama morenuryggi sum toft 1, men vegna tess,
at morenuryggurin fyri sunnan gongur burtur í einki, er hesin part-
urin uppbygdur.
Hóast toft 2 liggur undir koyrivegnum frá 1922—25, er hon
væl betur varSveitt enn toft 1.
ÁSrenn húsini vóru bygd, varS ein 2,00 m br. og 0,65 m djúp
grøv grivin niSur í leiriS vestanfyri. LeiriS varS nýtt til uppfylling
undir gólvinum sunnast í toftini. Upp viS gravarbakkanum fyri
eystan, inn móti húsinum, er einlaSaSur grótveggur laSaSur upp
í gólvhædd. Nevndi veggur gongur heilt norSur í norSurveggjar-
støSiS, og har hann endar fyri sunnan, gongur tvílaSaSur veggur
0,40 m vestur úr honum. Nevndi stubbi er varSveittur viS 4 um-
førum av gróti, og taS er týSuligt, at hann er laSaSur vestur móti
onkrum, og illa er hugsandi annaS, enn at taS hava veriS einar dyr,
og tá so er, má annar veggur hava veriS vestanfyri, ella kanska
er sjálvur bøgarSurin nýttur sum útveggur (sí mynd nr. 2).
StøSiS til norSurveggin er varSveitt; har er kulla grivin niSur
í ieiriS og grót lagt í. StøSiS er 1,2 m br., so taS hevur helst veriS
tvílaSaSur veggur ella ífyllingarveggur.
Eysturveggurin er bygdur upp viS sjálvum morenuskráanum, og
hóast hann er nakaS órógvaSur, so sæst, serliga í útnyrSingshorn-
inum, rættilig samanbinding í laSingini longu niSan fyri gólvhædd.
Hann hevur veriS tvílaSaSur.