Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 85
Fornfrøðilig rannsókn undir Porkeris kirkju
93
í 1830-árunum verður kirkjubygningurin fyri stórari broyting.
I kirkjuroknskapinum fyri 1835 stendur áhugaverd upplýsing:
»Porkere Kirke har den søndre Undersøl ganske bedærvet, og da
Aarsagen hertil menes at være den udenom Kirken staaende Steen-
muur, er det anseet fornødent at borttage denne og give Kirkens
søndre Side en nye Udklædning«. Trý ár seinni verður so grótvegg-
urin á suðursíSuni tikin burtur og útsíSan í staSin klædd við
timbri.13
Áhugavert er at síggja, at við hesum tiltaki verður gamli før-
oyski byggihátturin brotin, ein byggiháttur innan føroyska kirkju-
bygging, iS nýttur hevur verið síSan tíðliga í miSøld og upp í 1800-
árini. Elsta dømi um hetta hava vit í kirkju 2 heima á Sandi, iS
helst varS bygd í 11—1200 árunum.16
Nevnast kann, at hesin gamli byggiháttur um somu tíS eisini
hevur fastar røtur í hinum norrønu londunum, bæSi í fslandi og
Grønlandi.17
Nú hevur so tann nýggi siSurin tikið seg upp í Føroyum at byggja
kirkjur heilt úr timbri. Dømi um henda byggisiS eru tær tíggju
timburklæddu bygdakirkjurnar, ið standa eftir frá tíSarskeiðinum
1829 til 1847. Einki er at ivast í, at í Porkeri hava teir viljað fylgt
nýggjum siði í kirkjubygging, tí grótveggurin, iS umgirdi sjálvt
timburverkið, skuldi júst verja hana betur móti veðri og vindi. Men
her siga menn grótveggin vera orsøkina til, at syllin forferst.
Ymist er, ið bendir á, at hetta fyribrigdið, at suðursíðan á kirkj-
unum, iS upprunaliga vóru umgirdar av grótveggi, sum frá leiS
í summum førum varS timburklædd, áðrenn fariS varS at byggja
kirkjur heilt úr timbri frá byrjan. Dømi um hetta sama hava vit
m. a. úr tí næstseinastu kirkjuni, iS stóS á Kirkjukletti suðuri í
Vági,18 og somuleiSis úr kirkjuni iS stóS undan núverandi kirkju
heima á Sandi.19
Tó meti eg, at hesin spurningur er ov lítiS kannaður enn til at
nakaS kann sigast fyri vist hesum viSvíkjandi.
Hugsandi var, at nú suðursíSan varS vorSin timburklæda,
vórðu vindeygu sett í klædningin. Einki verSur tó nevnt um t. d.
rútaglas ella um vindeygu yvirhøvur í teim skrivaSu heimildunum
í hesum sambandinum. Av tí at heimildirnar frá hesum tíðarbili eru