Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 172
180
Rannsókn Vesturi í Horni í Syðrugøtu
fløtum hellum og malargróti, men norðast er morenan nýtt til gólv.
Ein fráveiting liggur suður gjøgnum toftina. Á miðjum gólvi, oman
á fráveitingini, er nakað av øsku og brendum gróti, og tá menn
í 1922—25 hava funnið øsku her, er eingin ivi um, at hetta eru
leivdirnar av eldstaðnum.
Mitt í toftini, 0,40 m frá norðurvegginum, er stólpahol. Tá eg
sigi, at stólpin stendur mitt í húsinum, so er harvið meint mitt
í millum einlaðaða veggin fyri vestan og eysturveggin, ella mitt
í høvuðsbygninginum.
Sum nevnt omanfyri, so fæst nøkulunda hylling á, hvussu húsini
á toft 2 hava verið. Tað hevur verið ein bygningur við tveimum
rúmum, ein høvuðsbygningur, 5,50 m 1. og 4,00 m br. og eitt rúm
við vestursíðuna, 5,50 m 1. og uml. 1,80 m br., sum er grivið niður
í morenuna, við gólvi uml. 0,65 m lægri enn tað í høvuðsbygn-
inginum.
Stólpin, sum stendur mitt í høvuðsbygninginum, má roknast at
hava borið mønutræ. Onnur stólpahol eru ikki funnin, men sam-
svarandi stólpi má hava verið í tí nógv órógvaða suðurendanum.
Tá rúmið við vestursíðuna er grivið niður í leirið, er tað helst fyri
at fáa hóskandi hædd millum gólv og tak uttan at gera kovareising-
ina ov fláa, tí hetta er ringt fyri vind og staðið er vindhart.
Toft 3.
Nakað í ein landsynning frá toft 2 liggur toft 3. Hon vendir
S-N og er væl varðveitt.
Útveggirnir eru allir varðveittir við einum ella tveimum um-
førum, teir eru ífyllingarveggir og eru, 1,25—1,50 m tj. Meðan toft
1 og toft 2 eru frá sama tíðarskeiði, er toft 3 yngri, norðari endin
á henni er grivin niður í eldri búseting, sum helst er samstundis við
toft 1 og 2, men sum vit ikki fingu møguleika at rannsaka.
Toft 3 er skildrað sundur í tvey, skilaveggurin er einlaðaður og
er varðveittur við tveimum umførum.
Norðara rúmið er 3 X 3 m innan og hevur dyr vestureftir. Gólvið
er fyri tað mesta steinsett, men í støðum — norðast — er leirbotn-
urin nýttur til gólv. Fram við vegginum er fráveiting løgd, norðast
er hon grivin niður í leirið og hellulok lagt omanyvir.