Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 194
Fleyggjar^eimir
Jóhan Hendrik W. Poulsen
Uppi á Skorunum í Kirkjubø, áraka bóndahúsini og forna biskups-
setur Føroya, dagar stórur staksteinur, sum eitur Fleyggjarsteinur.
í framburðinum hoyrist ikki -r seinast í fyrra navnliði, men sum
seinni skal verða víst, man gott høpi vera í at stavseta navnið soleiðis.
f hesi smágrein Sverra Dahl vinmanninum til heiðurs, honum, sum
hevur grivið fram í dagin so nógv av okkara orðleysu fornsøgu, ikki
minst Kirkjubøar søgu, fari eg at vága mær at bera fram onkur
hugskot hesum sjáldsama navni til greiningar.
Tá ið brúdleyp ella annað stórvegis hátíðarhald er í Kirkjubø, er
siður at fara við flaggi niðan á Skorarnar og draga tað á stong á
Fleyggjarsteini, sum stendur 161 metrar yvir sjóvarmála. Fletta hevur
verið gjørt alt tað, sum elstu fólk í bygdini huga, men ikki er vitað,
nær hesin siður er íkomin. Fíelst er hann ikki fyrndargamal, tí lítið
man hava verið gjørt við at flagga í gamlar dagar í Føroyum, men
eg haldi meg tó hava varhugan av, at hann hevur avgamlar røtur.
Elsta fólkið í bygdini, Agnes Patursson, fyrr Linnemann, f. 1890 í
Keypmannahavn, sigur mær, at tað fyrsta hon veit um, at flaggað
hevur verið á Fleyggjarsteini, var tá ið Fríðrikur kongur áttandi
vitjaði í Føroyum 1907. Eisini sigur hon, at tann dagin, hon á fyrsta
sinni steig fótin á land í Kirkjubø, 7. oktober 1908, var flagg á
stong uppi á Fleyggjarsteini at fagna henni. Blaðgrein við heitimmi
»Jóannes bóndi Patursson fer til gravar«x endar Martin Joensen
rithøvundur við hesum orðum: »Eitt flagg á hálvari stong dagast
uppi á eggini, høgt yvir bygdini.«
Steinurin tykist eisini hava havt annað navn, sum tó valla er upp-
runaligt. Á elsta kortinum av Føroyum í støddarmátinum 1:20000,