Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 333
Trúgv og siðir í sambandi við neyt
341
ríkidømi í mongd og frábrigdi sum í grannalondum okkara. Tað at
tað ikki varð talað so nógv »um tað, tey høvdu fyri«, styrkti ikki
ta kollektivu tradisjónina, sum ofta bert kom at vera ein veik hóm-
ing av fyribrigdum, í hvussu so er, er ikki annað enn ein hóming at
finna í tí tilfarinum, sum er til skjals.9
Tá kúgv var til tarvs.
Fyritreytin fyri at ein kúgv kundi mjólka var at hon kvidnaðist
og kálvaði. »Teir koyrdu flidnasoð í oyra á kúnni fyri at fáa hana
á riðið ella til tarvs«10 ella »til springs*.11 Fíetta hevur eisini verið
nýtt til at venda mans hugi at kvinnum (Rasmussen 1959:110). Ein
støk heimild úr Hvannasundi sigur:
»at teir plagdu at venda kúgv í ein landsynning á lágætt, tá teir vildu hava
kvígukálv burturúr — og umvent á høgætt, tá tey vildu hava tarvkálv — meðan
hon var til tarvs.«l2
Eisini verður sagt, at
»Tað bandið, sum ein hevði á kúgv, tá hon var hjá tarvi, mátti ikki loysast
av henni, fyrrenn dagin eftir. Ella gekk hon uppaftur«. (Weihe 1938:76).
Her er óivað hugsanin tann, at bandið, sum ein hevði á kúnni, á
ein ella annan hátt ímyndaði sambandið við tarvin, sum ikki mátti
slítast ov skjótt. Áhaldið (kontinuiteturin) er altíð av størsta týdningi
í gandi. 1 fleiri bygdum er tað ikki ókent, at teir plagdu at blaka
eitt moldblak ella ein bøkk í burðarliðin á kúnni, tá hon hevði fingið
springin, men bert í Sandvík visti eitt heimildarfólk at siga frá, at
»hetta var fyri at tað skuldi bekoma henni betur.«12a Úr Sørvági
verður sagt at teir plagdu at blaka kavablak í staðin fyri mold-
bøkk.12b Hetta er eisini kent í Haldórsvík.
»Eg minnist til ein gamlan mann, sum plagdi at ansa eftir tarvinum: loysa
hann út og binda hann inn, tá yvirstaðið var. Tá tarvurin hevði gjørt sína
skyldu, bukkaði hesin gamli maðurin seg niður, tók upp í nevan av sandi og
smekkaði í reyvina á kúnni. Hví hann gjørdi tað, veit eg ikki, men soleiðis
gjørdi hann altíð. Eg dugi ikki at minnast at nakar annar gjørdi so.« (Johan-
sen 1970:41).
»Gamalt var, at kúgv, ið annars ikki bleiv kviðin, kundi blíva kviðin, um
hon varð slept út trettandanátt, ella um fjóshurðin varð sett opin hesa nátt.
Omma heimildarmannin, sum hevði tænt x Øravík, hevur fortalt fyri honum,
at har høvdu teir einaferð roynt hesi ráð, at seta fjósdyrnar opnar, og ein