Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 93
Fornfrøðilig rannsókn undir Porkeris kirkju
101
EFTIRMÆLI
Síðan handritið til hesa grein varð skrivað, er hcnt tað, at skjøl, sum vit
einki hava vitað um, nú eru komin fram í ljósmálan.
í september 1980 fekk Føroya Landsskjalasavn handaða gávu frá íslendska
landsskjalasavninum. Hetta eru skjøl Føroyum viðvíkjandi, sum har hava verið
goymd
Millum hesi skjøl eru m. a. kirkjuroknskapir og kirkjusýni frá árunum
1709—20, 1722 og 1734. Fyri suðuroyarkirkjurnar hevur hetta týđning, tí sum
víst er á í greinini, er so lítið varðveitt av skrivaðum heimildum frá 1700-
árunum úr Suðuroy.
Tó, hesi skjøl geva ongar nýggjar upplýsingar, ið nærri kunnu lýsa teir vansar,
vit í hesi grein hava nomið við.
oktober 1980
SUMMARY
The paper deals with the results of an archaeological research made on the
site of the church in Porkeri, Suðuroy, built in 1847.
Remains of two older churches daiting back to the 17th and 18th century
were found under the present church floor.
Though the architectural history of the preceeding churches, mentioned in
the written sources, is examined, it is not possible to give an exact dating of
the churches, because written sources from the 18th century are scarce and
therefore they can not be linked with the archaeological evidence.
It is worth noting that because of the limitation of the research the excava-
tion did not go as far down as to unearth older remains which were observed.
Also it should be mentioned that burnt, heat-cracked stones are found in the
western part of the cemetary whenever a new grave is dug and on the beach
south of the church, indicating ancient settlement.
Mynd 5. Tvørskurðirnir A-A, B-B, C-C og D-D. Teknlýsing: 1. Grund. og mið-
laðing á núverandi kirkju. 2. Leivdir av gólvi í bygn. II. 3. Leivdir av veggi og
grund á bygn. III. 4. Fylla í veggi á bygn. III.
Skurðlýsing: Flá la: leysur sjóskervur, møl, høgguspønir, rnevur og dust.
Flá lb: fastari flá av møl, fínum sandi og smásteinum, annars rættiliga lík flá la.
Flá 2: ovari partur: hart samanpressað turr mold íblandað smásteinar við trx-
flísum, høgguspónum og skelsandi. Liggur innyvir og ímillum grótið í gólv-
laðingini á bygn. II. niðari partur: samanpressaður sjóskervur í mold og skel-
sandi. Niðast í flánni varð moldin feitari. Klumpar av kálki vóru at síggja
runt um í hesi flá. Flá 3: feit mold íblandað størri møl. Flá 4: tætt saman-
pressaður sjóskervur í feitari mold.