Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 290
298
Tinganes 1673
1670 verSur sagt, at hon varð bygd av Hans Sørensøn. Hann var
keypmaður umleið 1643.
3. Næsta stokkastovan, sum keypmaðurin nevnir, hevði eisini
kjallara. Hon verður í 1670 nevnd Nýggja stokkastovan og sagt
verður, at hon stendur »paa den anden Side Gangen til Stranden«.
Hendan stokkastovan hevur sostatt ikki staðið beint undir liðini
á hinari.
4. Hin avgamla stokkastovan, sum keypmaðurin harnæst nevnir,
verður søgd at hava verið »meget gammel og forrotnet«. 1 lýsingini
frá 1670 stendur, at henda stokkastovan stendur undir liðini á
húsum fútans, »nest op til Fogdens Hus«. Tað er ikki óhugsandi, at
hetta er stokkastovan, sum bygd varð í 1627, sum lýst í yvirlitinum
tað árið, í staðin fyri eina eldri stokkastovu, sum verður nevnd
bæði í 1619 og 20. í hvussu so er, kann hvørgin av hinum stokka-
stovunum vera tann, sum bygd varð í 1627.
5. Krambúðin er sjálvsagt mangar ferðir nevnd í tingbókunum,
men í ongum føri fáa vit at vita, hvar krambúðin stendur í mun
til hini húsini, uttan í yvirlitunum frá 1670 og 1673, har røðin í
upprokningini gevur eina ábending á, at krambúðin hevur staðið
undir liðini á stovum keypmansins.
6. Stovur keypmansins. í frágreiðingini nevnir keypmaðurin
»begge Kiøbmandens Stuer med Kontoer og Sualen«. 1 lýsingini frá
1670 verður skilt ímillum Lítlustovu og Stórustovu við skrivstovu
og svala. Stórastova hevði eisini ein lítlan kjallara. Onnur hendan
stovan varð bygd av bergenska handilsfelagnum, sum sjálvt átti
hana, og er hon tí ikki at finna í yvirlitinum frá 1619 og 1620.
1 1621 varð hon tó sýnað og virðismett, óivað tí at ætlanin var, at
kongur skuldi keypa hana (Tingbókin 1615—54:147—48).
í vimisfrágreiðingini frá 1673 greiðir keypmaðurin frá, at hann
fór úr húsum sínum »op i Fogedens Hus«, seinni fór hann úr húsum
fútans »neder udi« sína egnu stovu. Á sama hátt sigur húskallur
keypmansins frá, at hann úr fútahúsunum fór »ned i Købmandens
Hus« og fór síðan »op i Fogdens Stue«. Skilligt er av hesum orða-
lagnum, at keypmanshúsini hava staðið niðari enn fútahúsini, men
samstundis skilst av vitnisfrágreiðingunum, at bæði húsini hava
staðið heilt nær hvørjum øðrum, tí bresturin, tá krútið á loftinum