Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 206
214
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
Fiskiskapurin undir Bretlandi hevði sligið frá. Teir noyddust at leita longri til havs
og funnu fram á grunnarnar undir Islandi, har gilt var av fiski. (Helst er tað
ikki óhugsandi, at teir samstundis eru farnir at royna undir Føroyum ella, ið
hvussu er, hava borið við her). f 1490 boðaði kongur frá, at einki longur skuldi
vera til hindurs fyri bretsku íslandssiglingini. Og sama ár (1490) gav hann
hálendingum2 somu raettindi bæði í Islandi og Hetlandi (Schreiner nevnir í hesum
sambandi einki um rættindi í Føroyum), har forboð higartil hevði verið. Longu í
1430 høvdu hálendingar verið á hesum leiðum, tó valla nógvir í Islandi. I
Bjørgvinjar-handlinum høvdu hálendingar lítlan týdning í 15. øld.
Samstundis við at eingilskmenn stutt eftir 1400 fóru at sigla til íslands, fóru
teir vestaru býirnir í Hansa-samgonguni undir at handla við norsku skattlondini
vesturi í havi. Rættindi, sum bara kantórið í Bjørgvin segði seg at eiga. í 1416
klagaði tað tí til »Hansa-dagin« um ta sigling, sum einstakir menn í samgonguni
vóru farnir undir til Orknoya, Hetlands og Føroya. Og »Hansa-dagurin« sam-
tykti harða revsing av teimum, ið hetta gjørdu. Hald skuldi leggjast á skip og
førning teirra, og teir skuldu missa Hansa-rættindi síni. Hann legði dýran við,
at Bjørgvin var einasti loyvdi miðdepil í fiskahandlinum. Forboðið rein ikki á,
hóast fleiri ferðir uppafturtikið. Og í 1470-árunum fóru menn í Hamborg at
gera út skip til fslands og fingu loyvi til tess frá Kristiani kongi I. Norska ríkis-
ráðið mótmælti harðliga hesi sigling til skattlondini, sum teir kravdu at verða
steðgaða. Tí eingin — søgdu teir — hevði røkt og havt rætt til hesa sigling
uttan »menn úr Bjørgvin*.
Av stórum áhuga hjá okkum er tað, at Schreiner sigur grundgev-
ingar ríkisráðsins í hesum mótmæli at vera heilt skeivar. Tí fiskur úr
Islandi var tá í fleiri mansaldrar ikki fluttur til Bjørgvinjar. Men
øðrvísi var við vørum úr hinum vesturhavsoyggjunum. Tær vóru
komnar og komu tá enn til Bjørgvinjar og høvdu alstóran týdning.
So stóran, at í 1501 verður sagt, at komu ikki hesar vørur úr Føroy-
um og Hetlandi (vaðmal, ull, smør og tálg — Pederssøn (1858) leggur
í 1567 Føroyum viðvíkjandi aftrat skinn, fjøður og góðan ráskornan
fisk, sum føroyingar fiska á útróðri), so fór vørutrot at verða í
Noregi. Her man vera nóg so nógv avgjørt. Men ríkisráðið norska
og kantórið í Bjørgvin, ið annars sjáldan sótu um sátt, vóru heilt
samd í hesum. Forvitnisligast av øllum er kortini at frætta, at
Bjørgvinjar-menn sjálvir fluttu ikki hesar vørur til Bjørgvinjar, men
føroyingar og hetlendingar sjálvir. Hetta gjørdu teir, ið hvussu er,
eftir miðjuna á 14. øld og ivaleyst nógv longri aftur í tíðina. Schrei-
ner heldur tað vera ivasamt, um Bjørgvinjar-menn sjálvir upprun-
aliga sigldu landanna millum — í hesum er hann ikki samdur við