Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 112
120
Faroiska folksagor upptecknade efter 1950
hvat er hettar, ið skavar uppi á takinuwz«? »FIettar er bert ein lítil smáfuglur«,
sigur drongurin, og so fór hann niður av aftur við pannukø&um í fullum
kneppi og bar til systrina at eta; settust undir einum bakka, og tey ótu seg
steinmett, og so sovnaðu tey so søtt. Morgunin eftir fóru tey aftur at taka sær
pannukøkur av takinum, og sum fyrru ferð, gentan (systirin) vildi sleppa upp
við, men: »Nei«, segði beiggin, »tú mást ikki koma, tí so detta vit bæði oman«.
Og so r o y n d i hon at akta beiggjan, sum visti betri. Aftur rópar hettar sama
í kjallaranum: »Fjørið mítt, fjørið mítt, hvat er hettar, ið skavar mær á tak-
inu>n«? »Bert ein lítil smáfuglur«, sigur drongurin og fer sín veg við pannu-
køkum til systrina, ið var so ótolin at bíða. Og so settust tey glað at eta sær
pannukøkur undir ein bakka, inntil tey vóru mett, og so sovnaðu tey bæði tvey.
Triðja morgunin fara tey aftur avstað aftur at fáa sær meir av hesum deiligu
pannukøkum, ið smakkaðu so væl, so væl, og tá var systirin ikki at snakka
til rættis hjá beiggjanum, men fór klúgvandi beint upp á takið, áðrenn beiggin
visti av, og »putshey«, tá brotnaði alt takið undan teimum, og tey duttu bæði
niður ígjøgnum niður á botn, og tá stóð ein kelling á kvørnini og mól, og
tey at taka mjøl frá kellingini upp í fyriklæðið hjá gentuni og húgvuna hjá
dronginum. Og so fer nú kellingin at bera av kvørnini, mjølið, men hvat, nú er
einki mjøl. Hon kávar og skavar, runt, runt kvørnina, runt eftir lúðrinum, men
einki mjøl var at føla, og hon, gamla, var eisini blind, sum vera man. Og so
fór gamla at mala tað dýrasta, hon orkaði, og helt fyri: »Antin er tað músin,
ið melur, ella tjóvurin, ið stjelur, ella ruggar henda gamla ikki rætt«. Og hon
mól so hart, so hart — — — at hon prumpaði við (hetta segði móðir so
ógviliga stillisliga fyri okkum smábørnum og mær, tá hon taldi). Og nú fara
børnini so at læa. »Fjørið mítt, fjørið mítt, ert tað tit, ið smáfuglarnir eru. Nú
skal eg taka tykkum og seta tykkum føst í eitt myrkt kamar, og hon favnaði
um alt húsið við sínuw langa favni, og tey lupu undan í hellir og holur, men
tað nyttaði alt einki. Hon fekk í velið á gentuni og í toppin á dronginum, og
føst vóru tey í kamarinura, har batti hvørki bøn ella løn, hvat
tey grótu, og illa lótu. »Nei«, segði gamla, »tit skuldu betri ikki
gingið mær uppi á tekjuni og brotið mær hana niður og tikið mær pannu-
køkurnar«. Og tað hildu tey nú við, at sovorðið skuldu tey aldri gera aftur
meir tað, tey livdu, bara tey sluppu út aftur úr hesum myrka skoti, og so tók
hon tey út aftur, men skuldi leggja sær tey í bakarovnin, men drongurin
bað gomlu kelling leggja seg fyrst, tí hann dugdi ikki. Hon
s o g j ø r d i, og tá var gamli ikki seinur at smekka hurðina afturfyri.
Og sloppin vóru tey og fingu bæði alt mjølið og alt tað gull,
ið kellingin átti, og meiri til, og so aftur til hús. Tá var gleðin stór, tá tey
sóu mammu aftur.
MARIANNA JACOBSEN ár fodd 1905 í Kongsstovu, Nólsoy.
Savál hennes foráldrar som hennes far- och morforáldrar var Nóls-
oy-bor, likasa hennes make.