Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 174
182
Rannsókn Vesturi í Horni í Syðrugøtu
Sunnast móti skilavegginum er lægd niSur í leirið, hon er fylt
við gróti og nýtt sum fráveiting. Hon liggur fram við vesturvegg-
inum oman í sunnara rúmið og út.
Sunnara rúmið er 1,75 X 3 m innan. Dyrnar eru í sjálvum land-
synningshorninum oman móti bygdini. Gólvið er fyri tað mesta lagt
oman á leirið, tó er steinsett fram við vesturvegginum. Mitt á gólv-
inum er lítil eldstaður, hann er óregluliga rundur og er settur á
sjálvan leirbotnin.
Tá tvey rúm eru, hvørt við síni inngongd, og einki er, sum bendir
á dyr millum rúmini bæði, so er greitt, at talan er um tvey endamál
við húsinum.
Eingir stólpar ella stólpahol eru funnin í toft 3, hvørki í gólvinum
ella úti við veggin (sí mynd nr. 4).
Úrslit.
Toftirnar 1 og 2, sum báðar eru frá somu tíð, mugu sigast vera
eindømi her hjá okkum higartil, bæði hvat viðvíkur stødd og sniði.
Heldur ikki hevur eydnast mær at finna skrivligt tilfar, ið bendir
á somu fyribrigdi í hinum norðurlondum. Fyrispurningar til íslend-
ing, norðmenn, svia og finna hava eisini verið til fánýtis. Sostatt er
greitt, at sjálvur byggihátturin onga ábending gevur um tíðarfesting.
Av teim 265 lutunum, sum funnir eru, eru 111 pottabrot; tvey
teirra — sum bæði hoyra saman — eru úr fitisteini, restin er úr leiri.
Hinir lutirnir býta seg soleiðis: 1 heingilás úr bronsu og jarni,
1 beltisspenni úr bronsu, 6 brýni úr skifursteini, 2 renlar úr fitx-
steini, 6 vaðsteinar, 1 kola, 2 viksteinar og 16 metallutir, men ikki
er vist, hvat teir eru nýttir til. Hinir lutirnir eru viðarsprek og
djórabein. Fleiri av viðarsprekunum eru tilevnað, og trý teirra eru
av stavíláti. At viðgera hvønn lut sær her verður ov langrøkið, men
lat meg nevna, at tey 109 pottabrotini úr leiri eru límað saman, har
tað var gjørligt, og tað hevur eydnast okkum at fáa 5 ymisk
ílátasnið.
Av leirinum hevur Jóannes Rasmussen, jarðfrøðingur, kannað
nøkur brot og er komin til ta niðurstøðu, at tað er føroyskt leir,
sum er illa sáldað.
Roknast má við, at fólkini eru flutt, og tá so er, hava tey tikið
alt nýtiligt við sær.