Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 209
Sarabandið føroyinga og útlendinga millum
217
eitt). I kongsbrævi frá 1569 er tilskilað, at føroyingar eftir gomlum
siði eiga rættindi til at senda eitt ella tvey skip til Noregs eftir viði.
(Eisim um hetta veit Absalon Pederssøn at siga, tá ið hann h. 29.
marts 1571 nevnir, at »Des imellom skulle de Feriske bruge it skib
oc føre timber i landit oc saa møgit, at huer kan holde sig medt i
sit huus, men inted føre til forsprang«). Hetta ár (1569) kemur hand-
ilin undir borgarar í Keypmannahavn. í 1571 stendur føroyingum í
boði at halda so nógv skip, sum teir vildu, og teir stóðu til 1573
sjálvir fyri handlinum, kundu flyta neyðsynjarvørur sínar inn,
hvaðani teir vildu, og selja framleiðslu sína, hagar teir vildu. Hildið
verður, at hetta gekst illa. Og handilin varð aftur latin Hamborg til
1579. Tá fekk Magnus Heinason handilsrættindini (og rætt til at
manna vápnað skip), eitt skifti saman við øðrum. 1 1586 koma
rættindini undir Hamborg og Keypmannahavn, í 1597 verða tey
latin fýra Bjørgvinjar-borgarum, í 1614 tveimum borgarum í Bjørg-
vin og fútanum í Føroyum. Til 1619 er tað mesta av út- og innflutn-
ingi, ja, av øllum sambandi yvirhøvur farið um Bjørgvin.4
Men tá broytist alt hetta í grund. Føroya-handilin kemur í decem-
ber 1619 undir »Det islandske, færøske og nordlandske Kompagni«
við sæti í Keypmannahavn. Frá 1620 verður miðdepilin fyri øllum
lógligum Føroya-handli Keypmannahavn. Aftan á »kompaníið« kom
Gabla-tíðin 1662-1709. So, frá 1709 fer ríkið sjálvt undir at reka
handilin fyri egna rokning, og kongligur einahandil burturav stendur
við til 1856. Sambandið við Noreg slitnaði. Alt kom at ganga um
Keypmannahavn. Hví og hvussu hetta hendi, skal ikki verða ætlað
um her — hóast tann spurningurin helst er tann áhugaverdasti í
allari søgu okkara.
Siglingin hjá føroyingum man helst so líðandi vera burtur deyð
og heilt hildin uppat í seinru helvt á 16. øld.
Kongligu handilsskipini sigldu — sum veðrið var til — frá sein-
ast í marts til seinast í november. Ferðin tók við hesum seglskipum
eina til tvær vikur, men kundi sjálvandi við hvørt taka nógv, nógv
longri tíð. Skipini vóru ymisk til støddar, frá 75 upp í 150 reg.tons.
Talið á teinum kundu vera tilsamans upp í fimm, og hvørt skipið
sigldi einar 4-5 ferðir aftur og fram um árið. I 1750 komu skip bara
4 ferðir, u. 1. 1850 tilsamans 12-16 ferðir, t. e. í miðal 2 skip um
15 — Fróðskaparrit