Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 332
340
Trúgv og siðir í sambandi við neyt
1958), hon hevði eisini rúm í huganum hjá sluppfiskimonnum okk-
ara, t. d. tá teir ikki vildu hava flekiborð umborð (Joensen 1975:88).
I bóndasamfelagnum var nógv av hugainnihaldinum fest at tvíbýt-
inum eydna/óeydna.5 Tað er vanligt, kanska serliga í bóndament-
anum, at hugsa sær eydnuna sum eina avmarkaða mongd, soleiðis
at meira eydna hjá einum vii siga minni eydna hjá einum øðrum —
beint tvørturímóti tí, sum liggur í tiltakinum »ein missir ikki, um
annar fær.«6
Tað hevur ofta verið víst á, at vandi og váði eru góðir stuðlar
undir gandavirksemi og gandatrúgv (Malinowski 1954:25f). Tað var
altíð ein ávísur váði bundin at neytum og neytahaldi. Kúgvin hevði
sera stóran týdning í húshaldinum; áhugin var vendur móti, um hon
fór at verða kviðin, um hon fór at mjólka væl og geva góða mjólk,
hvussu tað fór at gangast henni, tá hon fór út um várið o. s. fr.
Kúgvin kundi verða sjúk og doyggja, hon kundi detta oman, hon
kundi sleppast o. s. fr. Hesum høvdu fólk ikki tamarhald á. Summi
høvdu eydnuna við sær, onnur ikki. Umframt tað at onnur kristin
fólk royndu at tryggja sær eydnuna, so var eisini hugaheimurin hjá
fólki fyri einum 200 árum síðani fólkaður við trøllum og huldu-
fólkum, sum eisini royndu at fáa hendur á tí, sum tey kristnu áttu,
bæði fólki og fæ. Tey heidnu kundu bróta garð millum sína verð
og verð teirra kristnu. Einasta verjan var í nógvum førum at bera
seg rætt at og ikki taka óráð fyri — ráðini lógu í tí kenda, óráðini
lógu í tí ókenda. Rættur atburður var siðbundin við føstum atferðar-
reglum. At tryggja seg móti váða og vanda høvdu fólk ávísar siðir
fyri, sumt av hesum kunnu vit seta í tann bólkin, sum fólkalívsfrøð-
ingar kalla gand (magi),7 annað ikki. Gandur og skil var ofta sam-
anvavt. Fólk vildu ikki so fegin siga frá hesum siðum: »Tey gomlu
vildu ongantíð fortelja nakað um tað, tey høvdu fyri. Tað nyttaði
heldur ikki at spyrja, tí ung fólk fingu ikki svar upp á slíkt«, sigur
eitt heimildarfólk.8
Nógv av teimum siðum og teirri tradisjón, sum vit finna í okkara
føroyska heimildartilfari um trúgv og siðir í sambandi við neyt, er
kent aðrastaðni í Norðurlondum, um ikki beinleiðis í sama sniði.
Hetta er ein siðaarvur, sum vit hava frá landnámsmonnunum, men
sum so ofta eru siðirnir hjá okkum einfaldari, og vit finna ikki sama