Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 337
Trúgv og siðir í sambandi við neyt
345
varð borðin inn. Síðst fekk kúgvin flótt vatn at drekka, men áður enn hon fekk
tað, vórðu tríggir brandar sleptir niður í. Tá kúgvin hevði drukkið hetta eldsign-
aða vatn, varð hon hildin at vera úr øllum vanda.« (Rasmussen 1949:141).
Orsøkin til at tey góvu kúnni flótt vatn at drekka var tann, »at
hon skuldi verða skjótari heilvorðin«, t. e. at eftirburðurin ella »tað
seinna«, sum tað so ofta verður tikið til, skuldi fara skjótari.48 Fleiri
staðni, t. d. í Nólsoy, Mykinesi og Hvalba, hevur tað verið siður at
lata eitt sindur av rámjólk í vatnið til kúnna.49 Hetta var ikki gott
fyri hana, tí hon fekk kreppingar av tí. Annars er sagt úr Nólsoy,
at »tey lótu eina skeið av rámjólk í nakkakulluna á kvíguni«.50
Summi geva sum orsøk, at kúgvin fekk flótt vatn at drekka, at hon
»skuldi verða sjúk av at drekka kalt vatn«.51 »Summi góvu kúnni
flótt vatn allan veturin, fyri at hon skuldi mjólka betur«.52
»Tað var menniskjansligt, at eftirburðurin varð krogvaður og
burturkastaður, ikki beinleiðis pátrúgv«53 sigur eitt heimildarfólk.
Vanligt var, at eftirburðurin varð burturbeindur sum skjótast; at
hann var grivin niður, t. d. í køstin, var sera vanligt. Men hann
kundi eisini fara aðrastaðni. »Tann, sum fekst við kúnna, bar eftir-
burðin á ánna ella á sjógvin, tí eingin mátti síggja hann« (Weihe
1938:77). Fleiri aðrar heimildir siga, at eftirburðurin skuldi verða
borin á sjógvin.54 Tann áhugaverdasta er av Skarvanesi: »Eftir-
burðurin varð blakaður á sjógvin til fjørukonuna. Ein skuldi taka
steinar, koyril, t. e. taratongul við aftur í fjósið. Hetta skuldi vera
eydnuberandi«.55 1 eini uppskrift eftir Jóan Chr. Poulsen, sum liggur
á Fornminnissavninum, stendur:
»Tá iS kúgv hevði kálvaS og eftirburSurin borin á sjógvin, vórSu tríggir steinar
tiknir frá strondini og lagdir aftur í ílatiS, sum eftirburSurin varS borin í.
FariS var í fjósiS viS teimum og í tí teir vórSu tiknir úr ílatinum varS sagt
viS fagnaSarrødd: »Hetta sendi fjørukonan tær«. Um steinarnir vórSu lagdir í
/lórin, eins og gjørt var viS tara, iS borin varS í fjósiS, veit eg ikki«.56
Ein heimildarmaður úr Skopun sigur, at hann sum smádrongur
plagdi at spæla við ein stein, sum altíð lá í landnyrðingshorninum.
Tá hann spældi við hann, segði omma hansara, at hann endiliga mátti
leggja hann aftur, tí annars fingu tey onga mjólk.57
Av tilvild hevur eitt heimildarfólk fingið at vita, at »tey góvu
kúnni eftirburðin ella »tað seinna« at eta, fyri at hon skuldi vilja
skjótari til tarv aftur. Hetta mátti ikki tosast um«, heimildarmaðurin
23 — Fróðskaparrit