Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 341
Trúgv og siðir í sambandi við neyt
349
Tá neytini fóru út um várið.
Nógv av tí, sum varS gjørt við kúnna, tá hon hevði kálvað, líktist
tí, sum varð gjørt um várið, tá neytini fóru út; tá »skera tey av
halanum og brenna aftur í, og leggja brand uttan fyri fjósgáttina at
rúka upp í tey í tí tey fara út um« (Matras 1924:185). Fleiri dømi
eru um at neyt skuldu ganga yvir brand t. đ.:
»tJr einum fjósi á Kirkju vórðu eitt árið 4 kýr loystar, hetta var fyrsti dagur.
Gloymt varð at kasta brand fyri tær. Tá leyp ein arbeiðskona út við einum
brandi, hon fekk blakað brandin fyri seinastu kúnna, tá hon kom um fjósdyrnar.
Tær tríggjar komu aftur í fjósið um kvøldið, men tann ið brandin steig um ikki.
Hon var omandottin. Ta ferðina royndist brandurin ikki væl« (Dalsgaard 1978:54).
Eisini á Múla »kastaðu tey brandar út«,81 og í Svínoy »høvdu tey
tann sið at leggja glóð fyri dyrnar, fyri at einki ilt skuldi ráma
hana«.82 Úr Oyndarfirði er ein heldur nágreinilig frágreiðing:
»Tá neytini fóru út um várið, skildu summi trý hár úr haladuskinum og festu
eld i við svávulpinni ella ljósi, meðan tey vóru uppi á. Tað var eisini siður at
klippa av halanum og goyma duskin í eini veggjarholu árið út. Sagt verður
eisini, at tað var gott at hava okkurt stálkent í lummanum hjá honum, sum rak
neyt út fyrsta dag á vári. Tað var móti gandi og spírstungu«.83
»Fyrstadagin, ið kúgv fer út, skal salt stroyast á ryggin á henni«
(Weihe 1938:82). Svabo (1959:411) sigur, at »Naar Kjørene gaae
første Dag i Udmarken, binde disse Enfoldige, Traade af forskjel-
lige Farver, i Rumpen af dem, for at de maatte befries fra alt Ont«.
»Selatrað-Janus í Skopun seymaði gøtubrá upp í halan á kúnni, tá
hon skuldi fara út um várið. Tað skuldi verja fyri gandi og øðrum
illum« (Dalsgaard 1978:55).84 Tað var so mangt, sum kundi henda
neytunum um várið, tá tey fóru út, várveik, sum tey vóru, aftaná
at hava staðið ein vetur í einum myrkum fjósi, og fóðringin var
munandi minni fyrr enn í dag.85 Tað er í hesum sambandi vert at
nevna, at fólk kundi eisini taka varsil av neytunum; t. d. merkti tað,
at neytini stoyttu við halanum upp í rógv, at »nú var grindin nær«.86
»Tá neyt, sum stóðu í fjøruni og drukku sjógv, stoyttu við halanum,
tá skuldi koma grind«.88
Mjólkin.
Fólk vildu helst, at kúgv kálvaði á degi, tað var høgligast. Fyri
at fáa hana til tað, skuldi hon mjólkast ein sunnudag seinastu ferð,89