Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 221
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
229
í sambandi við fremmand herskip noyðast vit heilt stutt at steðga á við 1808,
tá ið bretska herskipið »Clio« tók Havnar skansa, og bretski kaparin von Hom-
pesch (brillumaðurin) fleiri ferðir var á Havnini og rændi har. Um hin fyrra
er váttað (av kommandanti og landfúta), at hvørgan dagin hann lá á Havnini,
gjørdi nakar av manning hansara seg inn á nakað fólk. Har var strangur og
harður agi, og tað lítla, teir fingu úr handlinum, varð goldið í hondina. Um
von Hompesch verður fyrst sagt, at manning hansara (har umframt bretar eisini
vóru danir og norðmenn) var atvold í »nogle smá excesser og tyverierx. Men
seinri at tvær vápnaðar bátsmanningar vóru settar í land um kvøldið og vóru
har alla náttina, hersettu embætismannahúsini, har teir trokaðu seg inn í stovu,
har konufólk lógu og svóvu. Manningin sigst hava verið uppøst, tí hon slapp
ikki at ræna og leika í, sum hon vildi. Nakað beinleiðis um samband við konu-
fólk verður ikki nevnt. Tó eigur ikki at verða gloymt, at Jákup Nolsøe, tá ið
hann greiðir frá hendingi { handlinum, nevnir, at kommandanturin og handils-
forvaltarin lótu bretum fínar hosur o. a., og at skiparin á skipinum hjá von
Hompesch læt arbeiðskonuna (? — »Løbners pige Margrethe«) hjá komman-
dantinum fyri einki fáa tvey stykki av lørifti, sum hon bað hann um. »Sera
vinarliga fór tí alt fram millum embætismenn okkara og fíggindan* endar Jákup
Nolsøe, sum kortini ikki var nakar embætismannavinur — tá, ið hvussu er.
Mannamúgvan í Havn kærdi seg um embætismenninar fyri ovastanum á »Clio«.
Hetta bendir alt tann vegin, at vit fáa ein illgruna um, at minni enn einki hava
manningarnar á hesum fremmandu skipunum og Havnar fólk ikki átt saman.
Eisini síggjast skipini at hava fingið góðar upplýsingar um viðurskiftini í Havn
aðrastaðni í Føroyum, t. d. frá miðvingum og presti í Norðuroyum, áðrenn tey
løgdu inn á Havnina.
Løbner skrivar annars í 1808, at oyggjarnar eru heilt kringsettar
av reikarum (»krydsere«), sum eisini vóru irtni á Havnarvág. I 1810
og 1811 kom fleiri ferðir bretsk skonnart (iS hevSi veriS inni í
SuSuroy eftir loSsi) á Havnina viS matvørum, tubbaki, brennivíni
og øSrum (tí »Jubelfesten« var tikin í Leith).
Føroyingar í langfarasigling.
Vit hava frammanfyri loyvt okkum at ivast í, at føroyingar skulu
ikki hava dugaS at fáast viS størri skip og at sigla burtur í onnur
lond frá u. 1. aldamótinum 1300 og úteftir. Eisini tí er taS neySugt
at fregnast eftir tí, iS er at finna um føroyingar í langfarasigling.
Um miðjuna á 16. øld vita vit um føroyskan skipara (Niels Helgason), ið við
egnum skipi mest sigldi millum Noreg og býirnar fram við Eystrasalti, og sum
av og á var í Føroyum og hevði ferðafólk við (sí eisini Jacobsen 1952). Heilt
óhugsandi er tað ikki, at onkrir føroyingar hava silgt við honum. Miðstøð hansara