Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 232
240
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
Líkt er til, at einstakir føroyingar hava siglt í langfarasigling longu
um miðjuna á 16. øld, og teir vuksu í tali úteftir. Skipbrot elvdi av
og á, at fremmand fólk, ofta í hópatali, steðgaSu leingi í Føroyum
bæði í 17. og 18. øld.
Dømi um, at føroyingar uttan serlig ørindi hava ferðast til útlond,
eru sera rár. Men frá 16. øld flytur ikki lítið av fólki bæði til Føroya
og aftur og fram. Tað kundi vera fútar, tað hægra starvsfólkið við
handilin, prestar, læknar, jarðaránarar ella umboðsmenn teirra. At
fólk giftust til Føroya var ikki so sjáldsamt, fyrst úr Noregi, síðani
úr Danmark. Bæði konufólk og mannfólk tæntu úti frá fyrra parti
av 16. øld. Dømi eru um skúlagongd uttanlands, fyrst í Bjørgvin,
síðani í Keypmannahavn. Onkur var úti og lærdi handaverk longu
í 17. øld. í seinru helvt av 18. øld vóru fremmandir kolamenn í
Føroyum, og bæði í 18. og 19. øld fleiri rannsóknarferðir. 1 fyrru
helvt av 19. øld var ikki lítið samband við fremmandar av royndum
við fiskiskapi og í uttanlandssigling, har summir føroyingar komu
rættiliga víða við skipum, ið teir sjálvir áttu.
VIÐMERKINGAR
*) Orðið Hansa sigst vera av finskari rót (kansak) og merkir skipað lið ella
skipaður flokkur, t. e. samgonga (Pagel 1965). Smbr. tó Knut och Aulis Cannelin,
Lauri Hirvensalo, Nils Hedlund: Finsk-svensk Ordbok. Svenska Bokforlaget.
Stockholm 1968.
2) Eingin munur verður í hesi grein gjørdur á orðunum Háland/Nederland
og hálendskur/nederlendskur.
3) Tá ið so nógv verður gjørt burtur úr hesum her, er tað eisini tí, at tað hevur
stóran týdning fyri hugleiðingar, sum hoyra ikki upp í hesa grein. Syfilis var
farið at ganga í Bjørgvin í 1518.
4) Mær tykir, tað hevði verið av størsta týdningi, høvdu føroyskir søgumenn
av nýggjum kannað og endurskoðað alt tíðarskeiðið frá 12. øld og fram til 1619.
Henda tíðin nýttist ikki at verið so kám og ógreið, vórðu allar heimildir troyttar
av nýggjum.
5) 1 Irlandi var ómetaliga ófriðarligt í 14.-17. øld, eitt javnt stríð við onglend-
ingar, dráp og kúgan av írum, til Cromwell í 1649 setti jarnhælin á land og fólk.
Irar munnu tá hava herjað um Onglands strendur og tá eisini borið við Føroyar.
Men hetta er bara giting. Zachariasen (1959-61, 270. bls.) nevnir máliskuna um,
at tá ið veraldar endi verður, skulu skotar og írar búgva heilt niðan undir
Varða. — Sjálvur minnist eg frá barnaárum mínum, at tey á Sandi, men eisini í