Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 344
352
Trúgv og siðir í sambandi við neyt
Sandavági. Har stóð ein kúgv til at kálva. Nú kemur eitt fólk inn og sigur:
»Hetta er ein góð kúgv, henda kemur at geva nógv — og hon steindoyði, áðrenn
hon kálvaði. Spírstunga kemur av øvundsjúku, ið er ein stór synd«.H#
Øvundsdropar eru reySir dropar í mjólk, sum eru komnir av at
okkurt øvundsjúkt fólk hevur øvundað kúnni.111
»Onkuntíð komu smáir smørklumpar omaná mjólkina hjá neytakonunum, og
mundi tað helst vera í ringum og køldum veðri, tá ið neytini lógu úti. Hetta
kallaðu teir avundsdropar. Teir vóru sagdir at vera reyðir av liti. Tey gomlu
tóku onkuntíð so til orða: »Ilt eyga skal einki gott sjá«. Hetta mundi meinast
við avundsjúk eygu. Mjólkadyllan var altíð borðin so høgt úr fjósinum og inn í
roykstovuna, at fólk, ið sat niðri ikki skuldi siggja niður í hana. Altíð varð roynt
at fjala mjólkina fyri fólkaeygum«.H2
»Um 1965 segði maður mær frá, at konan hevði verið so gáloysin at taka
róma omanav fatinum, meðan kona við spírstungu sá. Hon hevði orðið á og
segði seg ikki hava sætt tjúkkari róma. Frá tí degi var mjólkin blá undir kúnni,
so tey máttu taka hana av. Rómi kom ikki aftur á mjólkina, sum áður var
sera feit«.l13
Eisini verSur greitt frá einum bónda, sum ikki vildi vera við í
mjólkaeftirlitinum, tí tann, sum skuldi viga mjólkina, hevði ring
eygu, tað vistu øll.114 Tað kom eisini fyri, at ein persónur helt seg
sjálvan hava ring eygu og spírstungu.
»Tað hevði verið onkur har í bygdini, sum ongantíð vildi síggja niður í mjólk-
arílatið hjá øðrum — helt seg hava ring eygu ella spírstungu«.H5
Eisini ljóðið frá mjólkini kundi elva fólki at hava orðið á, tað
verður tí ofta sagt, at ikki mátti mjólkast so hart, at tað hoyrdist
út um fjósið.116
»Einaferð hevði ein kona sett tvær aðrar til borðs inni í glasstovuni, og hurðin
stóð á gloppi. Nú hoyrir matmóðirin í roykstovuni, at onnur, sum sat til borðs,
heldur við hina, at henda mjólkin smakkar ógvuliga væl. »Kann eg ikki fáa hana!«
»Nei«, segði hin, »henda mjólkin er bæði frá fjalli og fjøru«. Matmóðirin hevði
tá latið bæði vatn og salt í hana« (Weihe 1938:78).
Tað sum konan vildi fáa var ikki bara mjólkin, men mjólkareydn-
una hjá matmóðurini til sína kúgv. Salt var góð verja móti gandi,
spírstungu o. t. At koyra salt og vatn í varð eisini gjørt, tá tey gjørdu
ketilost — »tá skuldi einki meina mjólkini«. Ketilosturin var m. a.
gjørdur av rámjólkini ella oskamjólkini, Ketilosturin hoyrdi soleiðis
til sama vandamikla høpi í sambandi við at kúgvin stóð á oskbási.
»Sama fólkið skuldi mjólka kúnni, so leingi tey tóku ketilost«.117