Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 336
344
Trúgv og siðir í sambandi við neyt
sum var vundin upp í heitum vatni. Eg havi sjálvur sæð konu gjørt
hetta í Sørvági. Orsøkin til at kúgv varð bakað, var tann, at tey
vildu linna verkin aftaná, at hon hevði kálvað. Tað var ikki óvanligt,
at kúgvin hevði verk í júgrinum »tað harðnaði og bólgnaði. Verkur
kundi eisini vera aðrastaðni undir búkinum«.s’ Aðrar heimildir siga,
at tað var fyri at fáa kúnna at geva mjólkina betur,38 fyri at fáa
júgrið at linkast,39 og fyri at kúgvin ikki skuldi fáa forkølilsi ella
mjólkarfepur.40 Her er ilt at meta um, hvat er skilbundið og hvat
er ikki, men siðurin varð ikki brotin. Eisini var tað vanligt at geva
kúnni heitt ella flótt vatn at drekka, tá hon hevði kálvað.41 Tá
»kúgvin var blivin kálvsjúk, bleiv potturin við vatni hongdur upp
yvir grúgvuna ella fýrstaðin«.42 Kúgvin fekk ikki vatnið at drekka,
fyrrenn hon var mjólkað.43 Tær flestu heilmildirnar siga, at vatnið
varð hitað á vanligan hátt á komfýri ella fýrstaði, men tað vanliga
var, at ein ella fleiri gløður ella brandar vórðu koyrd í vatnið.
í fimm frásøgnum verður sagt, at tað vóru tríggir brandar, sum
vórðu koyrdir í vatnið.44 Ein sera áhugaverd heimild frá Gjógv
sigur, at »vatnið varð ikki fløvað á eldinum, men ein glóð úr
grúgvuni varð koyrd í tað, men ikki visti hann hví«.45 Her kann
tað hugsast, at vatnið til kúnna leingi hevur verið hitað á tann forna
háttin við at koyra brandar ella upphitaðar steinar niður í eitt ílat,
seinni hava so fólk hitað vatnið á vanlign hátt yvir eldi, men so
koyrt tríggjar brandar niðurí. Trítalið er vanligt í sambandi við
gand. Annars verður eisini sagt, at tey plagdu at koyra salt niður í
fyrsta vatnið til kúnna,46 og summi plagdu at leggja tvey hoystrá
sum ein kross omaná, summi høvdu eisini knív (stál) í vatninum
(Matras 1924:179). Eisini varð hoyvatn kókað til kúnna, »so drakk
hon vatnið og át soppin omaná«.47 Hoyggið varð kókað í vatninum,
sum hon drakk. Tað er vert at leggja til merkis, at Svabo eisini nevnir
hetta. Hann sigur, at tá kúgvin hevði kálvað »gives den varm Vand,
hvori er kogt noget Høe. Dette kalder man á brinja. Koen troer man
at malke bedre deraf« (Svabo 1959:411). Rasmus Rasmussen gevur
okkum eina sera góða lýsing:
»Áður farið var undir kúnna varð hon signað (krossur varð ristur fyri burð-
arliðirnar á henni). Tá liðugt var at mjólka, vórðu tvey strá løgd á kross omaná
froðuna og eitt klæði breitt út yvir, tí eingin mátti síggja mjólkina, meðan hon