Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 113
Fároiska folksagor upptecknade efter 1950
121
Marianna Jacobsen har upptecknat tre sagor efter sin mor, Julia
Hansen. Forutom nedan átergivna saga »Kola«, om flickorna hos
játten, ár det den válkánda sagan om ráven och isbjornen (AT 15)
samt en kort, ramsartad saga (AT 2022). Efter fadern, bonden och
láraren Hanus í Kongsstovu, har hon en skámtsaga om prásten som
inte var nojd med sitt tionde. Hon uppfattar inte denna beráttelse
som en saga, ævintýr, utan som en ságen, søgn, eftersom den hánfor
sig till en ságenomspunnen prást pá Sandoy, Kálvur Lítli. Fadern
skall ha hort sagan av en person som var fodd 1822, vilken i sin
tur skall ha hort den just pá Sandoy.
5. Kola
Einaferð var tað ein maður og ein kona, tey áttu tríggjar døtur; so ein dagin
biður pápin ta elstu dóttrina fara í ánna at vaska sær einar tveingir; hon fer
so, men hvat, hon er ikki meir enn komin í ánna, nú kemur risin, og hann tekur
hana og koyrir hana í ein posa og fer avstað við henni; langt um leingi koma
tey hagar, sum risin býr; so sigur hann við hana: »Fjørið mítt, fjørið mítt, nú
skalt tú veva mær vevin niður, inntil eg komi aftur.« So fór hann avstað aftur,
og gentan settist at veva; nú kemur lítla trøllið og sigur: »Lyft meg upp um
gáttina, gev mær bein at bíta og soð at leppa, so skal eg blása tær vevin niður!«
»Onei, ikki nái eg,« sigur gentan og skundar sær at veva; so fór lítla trøllið
avstað aftur, men tá ið risin kemur aftur, nú er vevurin ikki niðri, og hann
tekur gentuna og brýtur ryggin á henni og tveitir hana aftur um hurðarbak.
Tá ið hendan gentan ongantíð kemur aftur, sendir pápin ta næstelstu gentuna
{ ánna at vaska tveingir, men tað gongst henni tað sama; risin kemur, koyrir
hana í ein posa og fer avstað við henni; tá ið hann kemur heim, sigur hann við
hana: »Fjørið mítt, fjørið mítt, nú skalt tú veva mær vevin niður, inntil eg
komi aftur.« So fór hann avstað aftur, og gentan settist at veva; so kemur lítla
trøllið og sigur: »Lyft meg upp um gáttina og gev mær bein at bíta og soð at
leppa, so skal eg blása tær vevin niður.« »Onei, ikki nái eg,« sigur gentan og
skundar sær at veva; so fór lítla trøllið avstað aftur; um kvøldið kemur risin
aftur, og vevurin er ikki niðri, og hann tekur og brýtur ryggin á gentuni og
tveitir hana aftur um hurðarbak.
Tá ið nú heldur ikki hendan gentan kemur aftur, sendir pápin ta yngstu
gentuna í ánna at vaska tveingir; hon er ikki meir enn komin í ánna, nú kemur
risin, koyrir hana í posan og fer avstað við henni; tá ið tey koma hagar til,
sum risin býr, sigur hann við hana: »Fjørið mítt, fjørið mítt, nú skalt tú veva
mær vevin niður, inntil eg komi aftur.« So fór risin avstað aftur, og gentan
setti seg at veva; bíða, nú kemur lítla trøllið og sigur: »Lyft meg upp um
gáttina og gev mær bein at bíta og soð at leppa, so skal eg blása tær vevin
niður.« »Ája, stakkalin,« sigur gentan, og so fer hon og lyftir tað upp um
9 — Fróðskaparrit