Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 149
The Collection of Wild Birds’ Eggs and Nestlings in Sweden
157
Sermerktari fyri skandinavisku londini, Finnland við, er hin miðvísa ræningin
úr fuglabúrum. Ymsastaðni, men eina helst í norðaru landslutunum og um mitt
Miðsvøríki, hevur hesin háttur verið algongdur. Nýtt kundu verða trø, sum
høggspettan (Dendrocopus) hevði holað, ella kundi maður eisini sjálvur hola
viðarbular og seta teir upp í høviligari hædd í livandi trøum ella á steinar og
aðrastaðni, ið høgligt var. Hesi holatrø vórðu so vitjað fleiri ferðir um várið,
og fitt fekst burturur av eggjum. Teir fuglar, sum soleiðis vórðu rændir, vóru
helst »storskreke« (Merganser merganser), hvinont (Bucephala clangula), men
eisini grágás (Anser).
Tílík manngjørd fuglabýli umrøðir Olaus Magnus, og hann avmyndar tey
við, 1. mynd. Tað er fitt av upplýsingum um tey hjá staðsøguhøvundum aftan
úr miðjari 17. øld. Tað sæst, at hvør bóndi kundi hava bæði 20 og 30 slík
fuglabúr, sum vórðu uppsetc á høgligum støðum við áir og vøtn. 1 greinini verður
sagt frá ymsum háttum at vitja búrini. Búrini vóru ogn hjá einstaklingum og vóru
aloftast merkt við búmerki eigarans. 1 Ábolands skergarði í Finnlandi kundi
ognarrætturin verða býttur millum fleiri í ættini, sum hvør í sínum lagnum átti
at ganga um búrini og gera skil fyri eggjunum.
Eggini vórðu etin kókað, sum høsnaregg, men vanliga vórðu tey latin út í
pannukøkur ella rørd út í mjólk. Mangastaðni vóru tey munagott íkast í
húshaldið hjá bóndunum. Hvinontin hevur beinrakið verið skírd »fátæksmans
høsn«, og úr Lappmørkini skrivar kunnigur maður í 1830-árunum, at »fuglabúrini
eru býflugubýli fiskilappans, sum einaferð í tíðini verða skattað*.
Men heldur ikki er ókent í Svøríki at taka ófloygdar fuglaungar. Við serligum
krókum drógu teir lomvigapisur úr urðarholum. Á Gotlandi settu teir starabúr
á húsaskjøldrar og serligt træverk, haðan staraungar vórðu tiknir, tá ið teir vóru
búnir; teir vórðu etnir stoktir og vórðu hildnir vera besta krás. Sama var í
Danmørk, og har varð gjørt á sama hátt við kvørkveggjuungar (Turdus merula).
í Skáni eta tey enn i dag, eins og á Borgundarhólmi, hjaltakrákuungar (Corvus
frugilegus) sum lystimeti.
At taka villfuglaegg hevur verið gjørt víða hvar, bæði í Europu og norðarlaga
í Ásiu. Tey serligu »ræningarbúrini« vóru tó ikki so víða um. Tey hava tó,
umframt í Finnlandi, Noregi og Svøríki, eisini verið nýtt í Estlandi, í Russlands-
Kareliu og hjá skoltlappum og sýrjenum. Av tí at útbreiðslan hevur verið heldur
avmarkað og so mangt er líkt landi úr landi, eisini í staklutum, verða vit at
hugsa um fornt skyldskaparsamband viðvíkjandi hesi ræning. Yvirhøvur er hon
knýtt at norður-eurásisku barrskógarlondunum og hevur at vísa seg samband við
ta avgomlu skógarbýflugurøktina har. Tað er eisini vert at geva gætur, at
málfrøðingar hava víst á, at navnið á hesum búrum í finskugrisku málunum, tað
finska ««, er elligamalt.