Fróðskaparrit - 01.01.1981, Side 219
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
227
Jón Ólafsson, indiafari (Ólafsson 1905), greiðir frá ferðini í 1616, at teir
dvaldust í Føroyum í hálvan mánað. Fyrst lógu teir inni á Kaldbaksfirði, men
eru síðani helst farnir inn á Skálafjørð. Tí teir vóru hjá Mikkjali í Lamba í eini
rimmarveitslu, ið stóð í ikki minni enn fýra samdøgur við alskyns góðgæti og
góðum mati, tónleiki við øllum sløgum av ljóðførum og føroyskum dansi, og
har Mikkjal skonkti trý sløg av mjøði og níggju sløg av ymiskum bjóri. Eisini
vóru teir í drykkjuveitslu hjá eini einkju og høvdu 14 ára gamla son hennara
við saer til Danmarkar at tæna. 22 av manningini vóru ringir av skyrbjóg, tá
ið teir komu til Føroya. Teir vóru allir hýstir inni hjá bónda, ið æt Olaf (Ólavur
Lavarsson á Skála), og allir uttan ein sluppu undan. Eisini eigur at verða nevnt,
at Jørgen Dáe til skipsvistir sínar kravdi ein drápsseyð frá hvørjum bónda í
landinum. Og teir møttu allir gleðiliga og vóru bodnir umborð til gestaboð, ið
stóð f fýra dagar. Sumt í frágreiðingini kann vera skrøgg, men hon sigur okkurt
um, at fremmandir hermenn vóru ikki altíð illa líddir.
— Av og á vóru vaktarskip við oyggjarnar. Løgtingið takkar í
1615 kongi fyri verjuskipið »Gabriel«. »Det islandske kompagni«
fekk í 1652 rætt til at halda vápnað skip. Chr. von Gabel helt eftir
1655 javnan skip undir Føroyum at verja handilin (eitt teirra var
»Justitia«). Andersen (1895) metir, at um miðjuna á 17. øld hava
donsk-norsk herskip verið í íslendskum og føroyskum sjógvi at siga
hvørt einasta ár. — f juni 1675 kom danskur eysturindiufari á
heimferð frá Java á Havnina, har hann lá í ein mánað. Umborð
vóru bara einir 20 menn livandi eftir av teimum 154, ið verið høvdu
við. Hinir vóru deyðir á ferðini. Nógv samband var við land, teir
fingu einar 54 føroyingar úr øllum oyggjum at hjálpa sær at fáa
skipið aftur til Keypmannahavnar (»lyfti um eina ávísa hýru og
fría heimferð fyri teir, ið ikki vnsktu at verða verandi í Danmark«
(Mondul 1980, Cortemiinde)). — Fr. von Gabel skipaði í 1698 fyri,
at vaktarskip skuldi vera alt árið við Føroyar. Kortini var tað bara
eitt tíggjumannafar, sum fyrrverandi konstápul á Skansanum (Niels
Zachariasen á Eiði) var formaður á. Helst mannað við føroyingum
hevur tað so havt samband við fremmand skip. — Á sumri 1740
leitar danska herskipið »Blá Heyren« eftir loynihandilsskipum undir
Føroyum (West 1979).
Fremmand herskip bóru eisini ofta við oyggjarnar, serliga í bar-
dagatíðum. f 1667 róku 11 hálendsk skip á heimferð úr Eysturindiu
norður til Føroya (og íslands), har eitt fór á land, hini komu á
Hvalba og síðani til Havnar. í 1672 lá hálendski flotin (24 herskip)