Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 76
84
Fornfrøðilig rannsókn undir Porkeris kirkju
Fornfrøðiligu úrslitini.
Bygn. II, mynd 3.
Eftir at fláirnar la og lb, ið hoyra til núverandi kirkju, vórðu
grivnar omanav, varð komið niður á størri grót blandað við smærri
malarsteinum, sjóskervi, teir kalla, í mold. Hetta grótið sást skilliga
at vera lagt, og er tað greitt, at hetta er seinseting (sí mynd 5, skurð-
irnir A-A og B-B).
I vestara helmingi av økinum A, t. e. frá 4X til 3X, er stein-
setingin ógvuliga væl varðveitt. Hvørki her ella longri eysturi á
hesum øki gongur steinsetingin heilt suður í núverandi grund.
Vestast á økinum byrjar steinsetingin uml. 30 sm norður frá nú-
verandi grund. Hon heldur fram norðureftir og gongur inn undir
miðlaðingina. Steinsetingin fer fram við eysturendanum á mið-
laðingini og í norðurmarkið á útgrevstrarøkinum.
I eystara helmingi av økinum, frá 2X til uml. 3,10X, er stein-
setingin verri varðveitt. Her byrjar hon uml. 50 sm norður frá
núverandi grund, og heldur hon bert uml. 120 sm fram norðureftir.
Norðanfyri aftur, frá uml. 0,90Y til 0,30Y, er als eingin steinseting,
bert ein lægd. Lægdin er fylt við reinari møl niður í uml. kotu
75—80. Tá vísti seg meira mold at vera í fylluni.
Beint fram við norðurmarkinum á øki A var tó steinsetingin
aftur at síggja. Her sæst hon at hella niður í omanfyri nevndu lægd.
Evnið, ið liggur ímillum og inn yvir grótið í steinsetingini, er í
vestara helmingi fast samanpressað mold íblandað smásteinar við
træflísum og høgguspónum (ovasti partur av flá 2), men í eystara
helminginum er tað heldur leysari, feitari mold við smásteinum.
Uppsíðan av steinsetingini liggur { kotu 51 til 57, har hon er best
varðveitt, uttan tó at tað er størri munur á kotunum longri eysturi
á útgrevstrarøkinum.
Skilliga sæst, at steinsetingin er slitin omaná. Nakrir av stein-
unum eru enntá rættiliga blankir av sliti.
Neyðugt var at taka steinsetingina upp í eystara helmingi av øki
A, og tá sást, at steinarnir ikki vóru slitnir á undirsíðunum. Einki
er at ivast í, at hetta slit stendst av, at steinarnir hava verið nýttir
til at ganga á. Sostatt má henda steinseting týðast sum partur av
gólvinum í kirkjuni, ið var undan núverandi kirkju.