Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 198
206
Fleyggjarstciniir
niSrandi, um flokk av fólki: »Hygga fleyggin, har kemur.« Fleiri
onnur dømi kundu verið nevnd, eisini um onnur merkingartilbrigdi
av orðinum fleyg(gj) kvk., men hetta er nóg mikið til at sýna, at í
nýføroyskum er orðið varðveitt í tí kyni, tað hevði f fornmáli. At
tað f eldri tíð hevur verið kvennkynsorð vfðari um í Føroyum, sýna
øll tey samansettu orðini við fyrra liði fleyga- (t.d. fleygafuglur,
-sessur, -stong), eldri fleygar-; -r í endingini í fyrra liði er horvið við
ljóðlíking við hjáljóð fyrst í seinna orðliði. At einki -r er í orðinum
fleygaætt er at skilja sum samsvar við orðformar av nevnda slag.
Upprunaligt -r er í staðarnavninum Fleygarhálsur í Skúvoyarbjørg-
um.
Mong eru staðanøvnini við fleyg í fyrra liði, t.d. Fleygabergstangi
(Koltri), Fleygaknæ (Skúvoy), Fleygarók (Viðareiði, Skúvoy),
Fleygatindur (Vestmanna), Fleygatorvan (Miðvági), og er tað
eyðsæð, at tey hava øll uppruna í fleyg í merkingini ‘fuglaveiði
(serst. lunda-) við fleygastong’. Tað er ikki bert formliga (»skerp-
ing«), at navnið Fleyggjarsteinur líkist frá hesum nøvnum, tí har
sum steinurin stendur á Skorunum í Kirkjubø er óhugsandi, at fuglur
hevur verið fleygaður. Einasti fuglur, ið har flýgur á leið, er hav-
hestur, og ikki er meir enn mansaldur, sfðan hann kom at eiga í
Skorunum yvir bygdini.5
Vit verða at leita aðrastaðni eftir upprunanum at hesum staðar-
navni. Fornorrøna orðið flaug kvk. hevði hesar merkingar 1) ‘flog,
flúgving’ 2) Íítið flagg, vimpil, á skipsmastur’ 3) sernavn á ørv
(f »|mlu«).5 1 1. merking finna vit upprunan at føroyska orðinum
fleyg(gj). Tað er í 2. merking, at eg haldi meg hava funnið ein tátt
at lesa meg eftir til at finna høpi í tf navni, her er til umrøðu. Flaug7
var merki ella smáflagg, ið hekk í mastrartoppi ella á stong frammi
ella afturi við stavn til at vísa, hvussu ættin var; veðrviti var hetta
eisini nevnt. Seinni verður tað siður at hava tílík merki av metali,
ofta vakurt skrýdd, eitt nú f hanaskapi, á stong á borgar- og
kirkjutornum. Sama orð sum flaug, danskt fløj, norskt fløy, verður
nýtt um tílík merki, eisini vindfløj, -fløy.s Tey, sum hava hanamynd,
verða nevnd vejrhane, før. veðurhani, sum nú man vera vanliga
navnið á øllum tílíkum »verðurvitum« á kirkjutornum, sama hvat
skapið er. Hetta man verða ungt fyribrigdi her á landi. Her skal