Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 80
88
Fornfrøðilig rannsókn undir Porkeris kirkju
Tvílaðaði grótveggurin og grundin verða at týða sum suður-
veggur og grund á bygn. III, og tað tykist, at vit á øki B hava
fatur á landsynningshorninum á hesum bygningi.
Av tí at avgjørt varð, at hitablásarin skuldi setast í norðara
helming av øki A, og fyri at útvega tað neyðuga plássið til støðið,
var neyðugt at taka grundina á bygn. III upp í hesum øki.
Grundin sást tá liggja í eini flá av tætt samanpressaðum sjóskervi
í feitari mold (flá 4) (sí mynd 5, skurð C-C). í mun til flá 2 var
als einki kálk at síggja í flá 3 og 4.
Sum nevnt á bls. 84, var ein lægd í norðasta parti av øki A,
beint norðan fyri grundina, ið varð tikin upp. I lægdini vóru malar-
steinar niður til kotu 75—80. Tá grivið varð djúpari í lægdini,
komu størri steinar undan í kotu 79, ið tykjast stinga djúpt. Hesir
steinar liggja tó órørdir, tí at mett varð, at um teir vórðu rørdir,
fór tað at nerva toftaleivdirnar, ið helst liggja longri niðri. Vert er
eisini at geva gætur, at fleiri av teim fløtu malarsteinunum, ið har
vóru, stóðu eftir kanti niður í ta moldblandaðu fylluna. Hvussu
nevnda lægd skal týðast, er tó ógreitt.
Hetta avmarkaða økið varð grivið niður í kotu 90, har vit eru
djúpast, og kotu 72, har vit eru grynst. Á hesum øki er tað, at støðið
til hitablásaran skal standa.
Gripirnir.
Her verður bert givin stutt samanfatan av teim gripum, ið funnir
vórðu við rannsóknina.
Til samans vóru 19 gripanummur skrásett.
Av hesum eru seks nummur skrásett sum rútaglas. I tveimum
førum eru ávikavist seks og sjey brot tikin undir einum nummari.
Umframt rútagløsini eru funnin tvey glaspetti, uttan tó at nakað
nærri kann sigast um tey.
Ein myntur: FNR:1, úr kopari. Onnur síðan er prýdd við
andlitsmynd, og umskriftin ljóðar: Fredericus VI Dei Gratia Rex.
Á hini síðuni stendur: 1 Rigsbank-Skilling 1813. Funnin í flá la.
Tríggir knappar: ein úr beini, FNR:2, og tveir úr kopari, FNR:
3 og 5.
Eitt brot av kritpípuleggi: FNR:6, munnstykki. Longd: 50 mm,
tvørmát: 10 mm. Funnið í flá 2.