Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 35
Mangt er sagt um Magnus konga
43
soleiðis at tá ið eg hevði sagt ikki meira enn fyrru helvt, segði hann seinnu helvt
(ør. 2). Dagin eftir (9.4.) tók eg upp á band 25 ørindi, sum hann hevði mint
seg á og segði fram fyri mær. Við tað at hann visti, at fleiri ørindi vóru eftir,
bað eg hann fáa sonin Kjartan til at skriva tey upp, so hvørt sum hann kundi
minnast tey. Tá ið eg ringdi til NJN 18.4.1979, dugdi hann fleiri ørindi, og fekk
eg hann til at siga tey øll (29 i tali), samstundis sum eg tók tey upp á band.
Uppskriftina, sum eg havi prentað her, handaði NJN mær í Fámjin 10.8.1979,
men hann viðmerkti, at tvey ørindi vóru eftir, sum hann ikki var førur at
minnast. Tey komu aftaná, tá ið Magnus kongur reið heim frá eldinum, segði
hann. Avbrigđini, sum eru prentað høgrumegin uppskriftina, eru tikin úr upp-
tøkuni av kvæðinum 18.4. fyri at vísa nakað av muninum millum báðar tekstir,
tí eg havi ikki høvi her at prenta seinna tekstin í heilum líki. Tá ið eg hevði
fingið uppskriftina 10.8., læt eg NJN fáa eitt eintak av B-tekstinum fyri at taka
støðu til hann, men seinni í upptøku við hann 22.10.1979 segði hann seg ongar
viðmerkingar at hava til hann. — NJN upplýsti, at hann hevði hoyrt kvæðið
bæði sum óviti og ungur í Fámjin frá fleiri, mest í sitandi kvøðing, sjáldan á
gólvi. Sjálvan segði hann seg ongantíð hava skipað tað á gólvi, men at hann
hevði onkuntíð kvøðið tað t. d. á skipsvakt millum londini. Umframt abba sín
í Trøðum hevði NJN hoyrt hesi fólk í Fámjin kvøða kvæðið: pápasystrina Mariu
undir Rygginum (Maria Fredrikke Nielsen f. Jakobsen, Fámjin, 1875—1927)
fleiri ferðir, Petur í Horni (Jacob Peter Ludvig, Fámjin, 1854—1939, sum var
giftur við Súsannu, einari aðrari pápasystur hjá NJN) og Palla yviri í Garði
(Joen Pauli Albinus, Fámjin, 1850—1922).
10) Fyrsta ørindið segði NJN seg hava bara frá Petur i Horni, sum altíð
byrjaði kvæðið við tí, meðan hini heimildarfólkini byrjaðu tað við ørindi 2.
J1) Um seinasta ørindi (ør. 35) upplýsti NJN, at hann kundi minnast tað
serliga av einum tilburði í Lopra, har pápasystir hansara, Katrina á Gøtuni,
hevði havt tað á munni við nevnda Petur í Horni fyri at bera í bøtuflaka fyri
ein mann, sum ikki var hjástaddur.
12) Tó at eg havi havt høvi at samanbera bæði A- og Æ-tekstin í FØROYA
KVÆÐUM við uppskriftirnar hjá Hammershaimb og Jakob Jakobsen (t. e. AM,
Access. 4 og Savn dr. Jakobsens 1904, Føroya Landsbókasavn), havi eg tíverri
ikki greinarrúmd til at viðgera allan munin millum prenttekstirnar og upp-
skriftirnar.
1S) Tó at Hammershaimb hevur í uppskrift sínari úr Vági skrivað navnið
á kvæðinum soleiðis, meti eg normaliseringina hjá honum at vera misvísandi
í mun til framburðin (sbr. omanfyri viðm. 1 og 5).
14) 1 FÆRØISKE KVÆDER I—II (Kbh. 1851—55), stytt FK I—II, er
kvæðið prentað í II. b. bls. 165—167. í uppskrift hansara ljóðar ør. 29 soleiðis:
Tá ið hann hevði riðið / eina so lítla tíð / tá kom honum tað í huga /
at leggja eld í líð og niðurlagið: Oman eftir og niðan eftir / omaneftir vallara-
túni — / hvar fór hestur mín hin brúni. / Omaneftir vallaratúni (skrástrikurnar
eru mínar).