Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 34
42
Mangt er sagt um Magnus konga
wegian princess Margreta burnt at the stake in 1301 og tað seinna kvæðið sum
TSB D 94 Margretar kvæði — Sister raped by brother is punished by father
(sí bls. 69 og 101—102). — Kvæði okkara (CCF 31) er fyrstu ferð nevnt við
navni í kvæðaskránni hjá Schrøter (si H. C. Lyngbye FÆRØISKE QVÆDER,
1822, inngangin bls. 19 nr. 132), har tað eitur Magnus kongur í Nørigji (sbr.
eisini viðm. 5).
2) Sámal Patursson, Kirkjubø, eigur handritið, sum Føroyamálsdeildin í 1974
fekk tikið ljósrit av. í hdr. eru ørindini tvíreglað, fyrra regla endar við punktum,
og seinna byrjar við stórum bókstavi. Stavsetingina í hdr., men ikki teknsetingina,
havi eg lagað eftir galdandi rættskriving. Viðv. ævisøguligum upplýsingum um
SHP vísi eg til greinina hjá Sigrið av Skarði Joensen Súsanna Helena Patursson,
pr. í KVINNUTIÐINDUM, 1953 nr. 2, bls. 1—6, sum Jóhan Hendrik W. Poul-
sen hevur gjørt so væl at vísa mær á.
3) Ørindini í tekstinum eru talmerkt av mær, soleiðis sum tey koma hvørt
eftir annað í hdr. undantikið hetta eina ørindið (2), sum stendur fyri seg sjálvt.
Her upplýsir hdr. kortini: Annað ørindið er Magnus kongur i Noregi (....). —
Endin á orðinum nunnuklost(ur), ið stendur ytst á breddanum í hdr., er ótýði-
ligur og er tí av mær settur i klombur ().
4) Rímorðini eru í hdr. skrivað breyð(sic) og leið.
5) Ein frágreiðing um savningarferð mína í Føroyum 1962 er prentað í ARV,
vol. 18—19, 1962—63, bls. 396—402, har kvæðið er nevnt bls. 398 undir CCF
31 sum Magnus kongur í Noregi, t. e. við somu stavseting sum í FØROYA
KVÆÐUM, tó at navnið eftir framburðinum hjá heimildarmanninum og annars
í Suðuroynni á okkara døgum skuldi av røttum verið skrivað Magnus kongur í
Nøríki (sbr. viðm. 1). Normaliseringin av navninum í FØROYA KVÆÐUM
stavar frá V. U. Hammershaimb.
6) Omman, Maren Malene Niclasen f. Mørch (1839—1.921), var gift við Jens
Paula Niclasen (Jenis á Hamri), Hvalba. Heimildarmaður mín (JH) og beiggi
hansara, Mortan á Fløttinum (MH), sum eisini kvað fyri mær í 1962, vistu at
greiða frá, at omman á Hamri hevði kvøðið fyri Hjalmar Thuren »inn í eitt
rør«, t. e. á fonograí. Hetta samsvarar eisini við bók hansara FOLKESANGEN
PAA FÆRØERNE (Kbh. 1908, bls. 80 og 133), har hon er nevnd sum Maren
Malene Niklasen og er at finna millum heimildarfólk hansara.
7) Heimildarmaðurin (JH) kvað niðurlagið gjøgnum alt kvæðið, og beiggi
hansara (MH) hjálpti til at kvøða tað, men hann kvað tað eitt sindur øðrvísi:
Sótum tey systkin tvey í tann grøna lund (....). Báðir frambóru fagurt í niður-
lagnum sum fæagurt, t. e. við lesiframburði, tó at kvæðið varð kvøðið eftir
minni. Tó at heimildarmaðurin (JH) byrjaði ørindini ofta við Og, havi eg lagt
hetta burturúr her, eins og Sophus Bugge hevur gjørt í tekstunum í GAMLE
NORSKE FOLKEVISER (Kra 1858, bls. V, viðm. á breddanum í neðra).
8) Heimildarmaðurin kvað hetta ørindið tvær ferðir við sama orðaljóði.
9) Savningin av kvæðinum byrjaði, tá ið eg á savningarferð í Fámjin 8.—9.
apríl 1979 treiv í eitt ørindi av kvæðinum, og NJN loftaði tí beinanvegin,