Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 216
224
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
Alla 17. øld vant hesin loynihandil upp á seg, og eisini Andersen
(1895) hevur frá seinru helvt av 17. øld nógv dømi um fremmand
skip, mest hálendingar, tí í Hálandi vórðu tær flestu ullvørurnar
seldar. Kortini metir hann, at tingbøkurnar bara siga lítið frá øllum
teimum fremmandu fiskimonnunum (helst hálendingum ella bretum),
sum tá eru farnir í land úti um bygdirnar og hava stolið fra fólki
tað, ið teimum tørvaði. Hann heldur tað bara vera eitt dømi av
mongum, tá ið varðveitt er frágreiðing um álop á Trøllanes í 1686.
— Annars verður í 1673 loyvt at handla við fremmandar, tá ið
neyðsynjarvøra fekst ikki við handilin.
Hóast meting Andersens hava vit kortini meira enn ein illgruna
um, at tað hevur bara verið sjáldsamt, at illstøða stóðst av hesum
handilssambandi, heldur hevur tað verið tvørturímóti. Beenbakker
(1979) nevnir kirkjuklokkuna á Eiði, ið var skrædnað, og sum í 1662
varð send við hálendskum skipi til Hálands at verða stoypt av nýggj-
um. Heilt ovfarin verða vit av at frætta sama høvund siga frá, at
hálendingar í 1663 sendu skip við sjeymannanevnd til Føroya at
kanna líkindini til at seta á stovn vevivirki. Og í 1664 kom ein
maður aftrat í somu ørindum (úrslit kom tó einki burturúr). Og An-
dersen sjálvur sigur frá deyðadømdari gentu, sum í 1685 varð fingin
umborð á eingilskt skip, sum eiðismenn bátsróðu út á Flógvan.
Frá 1686 er sakarmál um handil við hálendskt skip, ið lá á Vest-
manna.
Ein prestakona og skyldkona hennara úr Kollafirði gingu til Vestmanna, fóru
umborð á hálendingin og niðurundir við skiparanum. Stutt eftir rópti prestakonan
ein mann (allarhelst ein føroying) niðurundir at fáa sær upp í pípuna at vita,
um tubbakið var nóg gott. Hálendinginum læt hon hosur afturfyri. Sama ár var
hon umborð á fýra fremmandum skipum ið lógu á Eiðisflógva og eina ferð
úti fyri Haldórsvík, har hon keypti tubbak og franskt brennivín. Hetta vóru ikki
eindømi. Aðrar prestakonur og eisini prestarnir sjálvir gjørdu tað sama og vóru
umborð á hálendinginum. 1 1687 verður nevnt um tey nógvu — meginparturin
av suðuroyingum teirra millum — ið handlað hava við hálendska skiparan. 1
árunum 1689-1709 vóru fimm bretsk og hálendsk skip tikin fyri loynihandil —
á Eiði, í Suðuroy, Funningi og Vágum. Sjálvandi bara nøkur fá av nógvum.
Beenhakker (1979, 1980) sigur sakarmálini eftir 1700 at minka niður í at siga
einki (tó heldur hann, at føroysku heimildarritini eru ov lítið troytt enn), hóast
skipini komu regluliga, og summi lógu rættiliga leingi inni (t. d. í 1725 ikki færri
enn tvey á Sørvági, tvey á Fuglafirði og í Funningi og tvey í Kollafirði, í 1726