Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 70
Korkadalur
Chr. Matras
Tá ið norrønir menn festu búgv í Mykinesi, hava teir óivaS tíðliga
í tíðini nevnt ein av dølunum har Korkadal. Eg sigi tíSliga í tíSini,
tí eingin, sum kannar føroysk staSanøvn, fær seg at ivast í, at mong
dala-nøvn her á landi eru uppi í teimum fornu nøvnunum, sum vit
hava varSveitt. Fyrri liSur í navninum í Mykinesi fær ikki veriS
annaS enn hvørsfall av kallkynsorSi, sum æt korki í tí málinum, sum
norrønir menn bóru viS sær hagar til lands. Einki annaS føroyskt
staSanavn, í hvussu er einki fornt, hevur orSiS korka sum fyrra liS.
Fólk, sum kunnug eru viS plássiS har vesturi, siga, at í Korkadali
veksur nógvur korki (litingarvøksturin, vit enn kalla so) á tí sjáldsama
grótinum, sum er har í dalinum, so at navniS tykist at vera eyStýtt,
hóast taS er einnevnt í øllum landinum. Men er taS nú okkara
dagliga orS »korki«, sum er í navninum? At taS forna fólkiS í
Mykinesi fór í Korkadal »at skava korka«, fáa vit illa hugsaS okkum,
tí høgligari korki til litingar treyt ikki.
OrSiS korki, navn á vøkstrinum og litingarevninum, kom í víkinga-
tíSini inn í føroyskt (og onnur mál fyri sunnan Føroyar), og taS
varS boriS eystur um hav til Noregs (no. korke), men, taS vit vita,
er taS ikki til í íslendskum. OrSiS hevur sín uppruna í gæiisku
greinini av teimum keltisku málunum, t.e. málinum í Skotlandi,
SuSuroyum, á Mon og í Irlandi. BæSi føroyingar og norSmenn hava
so lært kynsturin at lita reytt (korkalitt) fyri vestan hav. Korki
eitur á gæliskum corcur, og taS orSiS hevur gæliskt mál tikiS upp
úr latíni. Har æt taS purpura. 1 hesum orSinum, sum í øSrum orSum
upptiknum úr latíni, hevur gæliska máløkiS k (»c«), har sum upp-
runamáliS hevur p. Hini keltisku málini, tey í Wales, Cornwall og
Bretagne, kenna ikki slíka broyting.