Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 222
230
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
var Bjørgvin, har hann gjørdist borgari í 1559, ráðmaður í 1586 og doyði 1609.13
Magnus Heinason (føddur u. 1. 1545), ið sum ungur fór at sigla úr Bjørgvin,
sigldi fyrst millum Bjørgvinjar og Føroya, var so í hálendskari tænastu, kom
aftur til Noregs í 1578 og átti sjálvur skip. Til hann varð hálshøgdur í 1589,
reikaði hann víða um, bæði í Noregi, Danmark og Hálandi. Var fleiri ferðir í
Føroyum. At føroyingar hava siglt við honum, er meira enn hugsandi. Østvedt
(1969), ið hevur roynt at draga saman tað, ið vitað er um Magnus Heinason,
skrivar: »Væl kann tað vera, at M.H. við harðari hond reinskaði havið fyri
stjórænarar, men manning hansara skikkaði sær so, at bæði føroyingar og norð-
menn bóðu Harran varðveita seg fyri hesum vinmonnum. Tá ið hann so
onkuntíð støðaðist eitt skifti á heimoyggjum sínum, var eingin tryggur fyri lívi
og ognum. Leysasøgur gingu um oyggjarnar um, hvussu hann og manning hansara
fóru fram við hørðum, og um siðloysi teirra. I full trý ár hildu teir til á Skála-
fjørði. Sjálvur búði Magnus hjá hálvbróður sínum Jóni løgmanni — í Lamba.
Tjúgu av monnum hansara vóru vaktarmenn um borð á skipinum, meðan hinir
vórðu hýstir á gørðum í grannalagnum. Teir høvdu jól og góðar dagar: bardagi,
drykkjuskapur og ólevnaður. Eingin kendi seg tryggan, og søgnin sigur, at ikki
færri enn trý hundrað børn løgdu Magnus og menn hansara eftir seg« — hvørjum
álítandi heimildum Østvedt so hevur hetta frá?
Tá ið Kristian kongur IV í 1606 sendi fimm rannsóknarskip til Grønlands, var
føroyingur (Guttormur) skipari á einum teirra. Annar føroyingar (Líggjas
Tormóðsson), ið sum ungur hevði verið siglingarmaður, var stýrimaður á konglig-
um herskipi úr Føroyum til Islands og aftur til Bjørgvinjar at njósnast eftir
sjórænarum u. 1. 1620. Sonur harra Klæmints á Sandi fór sum ungur út at sigla
um miðjuna á 17. øld og var burtur i eini 27 ár, áðrenn hann kom aftur at búgva
í Føroyum u. 1. 1682. Hann verður nevndur eysturindiufari. Beenhakker (1980)
heldur, at — eftir nøvnunum at døma — vóru kanska føroyingar við hálendskum
handilsskipi, ið kom til Føroya í 1675. Um sorinskrivarasonurin úr Havn (Sørin
Mortensen Hoyvík), ið gjørdist kommandantur á Skansanum í 1721, hevur verið
í langfarasigling, sæst ikki. Men hann var í árunum 1710-20 við donskum herskip-
um. Bróðir hansara (Mortan) var nógv ár í hálendskari tænastu í Eysturindiu,
til hann kom aftur til Føroya at búgva í 1725. — Um Nólsoyar-Páll er óneyðugt
at nevna annað her uttan tað, at hann um 20 ára aldur fór út at sigla, fyrst
við skipi hjá Rybergs handli, síðan við kongliga handilsins skipum, men frá u. 1.
1791-92 í langfarasigling — hildið verður bæði við fronskum og bretskum skipum,
og at hava verið sera víða, umframt í Danmark, Noregi og Svøríki, bæði í
Fraklandi, Onglandi, Yesturindiu og Ameriku sum stýrimaður og skipari. Tá ið
hann { 1805 við »Royndini Fríðu« fer við koli til Bjørgvinjar, og til hann í 1808
gekk burtur, var manning hansara at siga bara føroyingar og var við honum í
Bjørgvin, Kristiansand, Flekkerø og Keypmannahavn. I 1807 hevði hann føroyskar
útsendingar við, tá ið teir umvegis Noreg fóru til Keypmannahavnar og haðan
til Kiel. — Sonur Nólsoyar Páls sló út í Biscayavíkini í 1820-árunum. Hann
var við sama skipi sum nólsoyingurin Jógvan í Liða, sum fyrst ið hann var