Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 168
176
Rannsókn Vesturi í Horni í Syðrugøtu
hylur, sum er í Mataránni o. u. 20 m sunnanfyri, at bera navn sítt.2
Tá gamli bygdavegurin frá 1922—25 varð gjørdur, varð hann
lagdur á bústaðarøkið Vesturi í Horni. Tá komu menn niður á nógva
øsku, teir funnu eisini ein kvarnarstein úr fløgugróti.2
Rannsóknin.
Alt rannsóknarøkiS er uml. 250 m2. Tilsamans eru tríggjar toftir
rannsakaSar, toft 1, toft 2 og toft 3. 265 lutir eru skrásettir í gripa-
skrá savnsins viS Snr:4356. Fyri ikki at tarna ferSsluni ov nógv
var neySugt at býta rannsóknarøkiS í trý. Fyrst varS toft 1 norðan
fyri koyrivegin rannsakaS, og tá hon var liðugt rannsakaS, varS
ferSslan løgd norSur á lidna økiS. SíSan var gamli koyrivegurin
grivin burtur og toft 2, sum var undir honum rannsakað. At enda
varS toft 3, sum er sunnan fyri koyrivegin rannsakaS. NakaS eystan
fyri toft 2 var øska og brent grót. Helst var hetta partur av 4.
toftini, men vegna tess, at hon var nógv órógvaS av norðurendanum
av toft 3 og truplum umstøSum annars, varS hon ikki rannsakaS.
Toft 1.
Toftin vendir S-N, hon er sett á morenurygg. Hon er nógv
órógvaS av velting, víkiplássi og vatnveiting frá 1908. StøðiS til
vesturveggin er lutvíst varSveitt, taS er bæSi ein- og tvílaSaS og
er upp til 1,50 m tj. TvílaSaSur er tann parturin, sum er í útnyrS-
ingshorninum. Veggurin er bugaSur.
Eysturveggurin er nærum allur burtur, bert partur av støðinum
norSast er varSveittur, restin er helst órógvaS av vatnveiting frá
1908. Tann parturin, sum er varðveittur, er bugaður.
NorSurveggur er eingin; hann hevur heldur ikki veriS, men
1,00 m br. dyr eru settar millum eystur- og vesturveggin. SuSur-
veggur er eingin, men eg meti hann hava veriS júst har, sum vegar-
veitin var, ella kanska hava toftirnar 1 og 2 veriS samanbygdar.
Hetta hava sostatt veriS eini hús, sum innan hava veriS 7,00 m 1.
og 3,50 m br. á miSjuni.
EldstaSurin er sySst, hann er 1,25 m 1. og 1,00 m br. Vestast
í honum er fløt hella.
Sunnari partur av toftini hevur steinsett gólv, sum fyri norðan