Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 154
162
Hundaland
einum gulum ella gráum ringi við roða uttanum (1. og 2. mynd).
Seinni kemur t summum førum ein reydligur vøkstur upp úr tí sjúka
økinum. Guli liturin í hundalandinum hevur javnan freistað læknar
til at gera lítlan skurð, men vanliga kemur eingin vágur burturur.
Hundalandið lekist vanliga eftir 2-4 vikum, men kunnu ganga
1-9 vikur.
Eftirrák: Eftirrák av hesi sjúku sæst vanliga ikki, men við hvørt
kann koma sárbruni elvdur av bakterium í hundalandi, stundum við
bruna í gróðrarvatnsæðrum og eitlum og við fepri. 1 einstøkum
førum hevur útbrot verið um allan kroppin í sambandi við hunda-
land.
Viðgerð: Tað, ið oftast ger, at sjúklingur fer til lækna, er ótti,
útsjóndin av hundalandi ella forvitni. Sjúklingar fara eisini stundum
til lækna av pínu ella skriða; hendir seg tí sjúkan tarnar arbeiði,
ella tí at hundalandið sær ljótt út.
Vanliga hava fólk havt sjúkuna 7-14 dagar, áðrenn tey fara til
lækna. Oftast eru tey eina ella tvær ferðir hjá lækna fyri hundaland,
uttan í teimum førum har sum eftirrák er.
Viðgerðin, ið nýtt hevur verið, er ymisk. Nakrir av læknunum
brenna hundalandið, aðrir viðgera við lapispensling ella -salvu,
skaving ella við antibiotika.
Flestallir læknar hildu annars, at tað vóru ikki øll, ið leitaðu sær
ráð hjá lækna fyri sjúkuni. Eingin lækni hevði kunnleika um gomul
heimaráð fyri sjúkuni, men einstakir vistu um konur, ið tóku sjúk-
lingar í viðgerð fyri hundaland.
Órin (immnnitetur): Upplýsingar eru um tríggjar menn, ið hava
havt hundaland tvær ferðir við tveimum ella fleiri árum ímillum.
Vanligasta árstíð: Hundaland er vanligast í oktober-desember,
men tað kann eisini koma fyri aðrar tíðir. Sum heild hildu læknarnir,
at sjúkan kom fyri við ymiskum títtleika, so at tað kundu ganga
fleiri ár í senn við heilt fáum tilburðum, og síðan kundi koma eitt
ár við nógvum.
Smittuatvold: Næstan í øllum førum minnast fólk, at tey hava
havt samband beinleiðis ella óbeinleiðis við seyð stutt fyri sjúku-
tilburðin. Tíðin frá sambandi við seyð til sjúkan kemur til sjóndar
er ymisk, 1-14 dagar.