Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 302
310
Tinganes 1673
merkja tey hús, sum bjargaðust, og sum vit tí finna staðarfest í
yngri keldum. Hetta er gjørt á kortinum, 4. mynd, har tey bjargaðu
húsini eru drigin upp við óbrotnari striku. Ivi kann vera um stað-
arfestingina av nr. 15, Bryggihúsi fútans, og nr. 16, Ognarstovu
fútans, hvørjumegin nr. 11, Bryggihúsi keypmansins, tey eiga at vera
sett, og nr. 14, Vevarastovan, kann als ikki verða staðarfest. 011
hús fútans tykjast at hava staðið nøkulunda á sama stað, bert við
nr. 11, Bryggihúsi keypmansins skotraðum inn ímillum, og er nr. 8,
Kongsins stova tí sett beint niðan fyri nr. 16, Ognarstovu fútans.
Undir liðini á Kongsins stovu stóð nr. 4, avgamla stokkastovan,
sum helst var bygd í 1627. Bæði í húsasýninum frá 1670 og í vitnis-
frágreiðing keypmansins frá 1673 eru 4 hús nevnd í júst somu røð.
Hesi eru 1, Leigubúð keypmansins, 2, Gamla stokkastovan, 3,
Nýggja stokkastovan og 4, avgamla stokkastovan undir liðini á
nr. 8, Kongsins stovu. Hesar báðar upprokningar tykjast at byrja
í neðra, og er nr. 1, Keypmansins leigubúð, tí sett niðast móti Lítla
skansa vestarumegin nesið og nr. 2, Gamla stokkastovan, sum skal
standa undir liðini á henni, er sett beint omanfyri. Nr. 3, Nýggja
stokkastovan skal standa »paa den anden Side Gangen til Stran-
den«. Tað er ikki trúligt, at »Gangen til Stranden« skal hava verið
vestarumegin á Tinganesi, og er nr. 3 tí sett eystarumegin, har
Stokkastovan nú stendur. »Gangen til Stranden« kan tá hava verið
annaðhvørt høvuðsgøtan oman millum húsini ella trúligari eitt skot
oman fyri stokkastovuna eins og í dag. Nr. 6, Stovur keypmansins,
eru settar beint yvir av nr. 8, Kongsins stovu, har sethús keypmans-
ins vóru bygd aftan á eldsbrunan og enn standa, og 5, Krambúðin,
beint niðan fyri Stovur keypmansins. Tað, at sagt verður oman
í stovu keypmansins og niðan í stovu fútans, merkir helst bert, at
keypmansstovan hevur staðið nakað lægri enn Fútastovan og ikki,
at hon hevur staðið niðari á nesinum. Beint oman fyri keypmans-
stovurnar er so nr. 7, Bøkjarahúsið sett. Hvar tinghúsið hevur
staðið, er einki grett um, men pláss tykist at vera fyri tí niðan fyri
nr. 18, Nýggju Stokkastovuna. At Lítli skansi við krúthúsinum
verður hildin at vera sami Lítli skansi, sum í 1710 stóð niðan fyri
øll húsini er í samljóði við orðalagið »niðri í skansanum« og við, at
eldurin var heldur leingi um at festa í krúthúsið.