Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 211
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
219
Fremmandir fiskimenn.
Frammanfyri er nevnt, at bretar fyrst í 15. øld fóru at fiska undir
Islandi, og at teir tá kanska hava borið við í Føroyum. Søguliga
(Zachariasen 1959-61) vita vit um, ið hvussu er, skotskan fiskiskap
undir Føroyum í seinru helvt av 16. øld, og um aldamótið 1600 vóru
onglendingar uppií.
Fransar og bretar skuldu tá kava tann vana, at teir á leið til Islands løgdu
at í Føroyum og tóku fólk umborð at arbeiða »sum trælir« á skipum sínum og
settu tey á land aftur á heimleið. Suðuroyarprestur sigst (seinast í 16. øld) hava
verið ein, ið onglendingar tóku. »Noyðingin« og »trælir« eiga helst at verða skild
í linara lagi. Tí, man tað hava verið stórt øðrvísi enn í dag, har fremmand
fiskiskip seta inn eftir fólki? Sambandið við føroyingar var so gerandisligt, at
teir kendu nøvnini á skipunum og á skiparunum við. Hesir fiskimenn verða í
1615 (í eini klagu til kongs) sagdir at vera friðardýr og sjálvir at vera fyri
álopum av sjórænarum, sum eisini leggja at landi og herja. Einki sæst tó til, at
hesir fiskimenn tá hava gjørt seg inn á fólk. Føroyingum tókti mest at siga synd
í hesum fremmandu fiskimonnunum. Men klagan endar tó við (eins og aðrar
klagur um hetta mundið), at bretsku skipini (og hálendingar vóru eisini) naskast
ov nógv uppi á føroysku fiskimiðunum, ja, heilt inni á fjørðunum. Tí árini beint
eftir 1600 vóru stak góð fiskiár. Skotskir fiskimenn tykjast hava verið nógvir á
Havnini fyri 1618, tá ið forboð kom.
Um hvussu inniligt sambandið hevur verið, eisini málsliga, og um hvussu lívið
hevur háttað sær í Havnini tá, fáa vit meira enn varhuga av úr tingbókini
(Joensen 1953, 81.-82. bls.). Hetta er sakarmál frá 1618 og lýsir sera væl, hvussu
nær ið summi konufólk í Havnini komu teimum fremmandu sjómonnunum.
Ein arbeiðskona (Lisabett) gremur seg illa um, at ein onnur genta (Wendell),
jóladag á kvøldi hevði bæði sligið hana og drigið hana eftir hárinum út gjøgnum
dyrnar í »hellige boud« og kalla hana »Schodtzke Rijlle och Skodtzke flagh med
flere onnde naffne« ... Wendell sigur Lisabett hava kallað seg ein tjóvsunga og
eina »Baadzmandz hore« og brigdað henni »pendinge och Dallere, som honn
haffde bortt druckenn med enn Baadzmand och borrth Daabelett« ... Prógv fekkst
fyri, at ein »Baadzmannd aff Clauws fleckes skiff ...« heystið fyri á náttartíð
varð funnin nakin í seingini hjá Wendell, har tey høvdu stongt seg inni. — Seinri
verður í dóminum skrivað »Rylle« og »baadz mandz hore« og álagt Wendell,
at hon fyri sín ringa munn og sítt slettuta levnað skal fara úr Havnini og aftur
hagar, ið hon er fødd og frá komin. (Eftir Zachariassen 1959-61 var hon ættað
av Toftum). — At orðini flagh og rijlle (rylle) eru skotsk, man lítið vera at
ivast í, og merkja tey7 ávikavist eitt lubbut, bulvirkisligt, ótrivaligt konufólk
og ein klombrut flogsa. Hvørki fyrra ella seinra orðið, sum tykjast hava verið
væl kend í Havn tá, vóru tí mikið ærulig.
»Baadzmandzhore« hevði tá á døgum ikki neyva merking um eina, ið helt seg