Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 91
Fornfrøðilig rannsókn undir Porkeris kirkju
99
sæst hitasprongt malargrót og viðarsprek í mónum, ið har stingur
fram í ljósmálan. Tá hitasprongt grót verður funnið í einum ávísum
øki, verður tað vanliga tikið sum tekin um forna búseting á staðnum.
Tí er tað at vóna, at porkerningar í framtíðini fara væl, ikki bert
um núverandi kirkju, sum er hin einasta, ið eftir er av sínum slag
í Suðuroynni, men ikki minni um lendið uttan um kirkjuna.
VIÐMERKINGAR
1. Undirritaði veitir í hesum sambandi kirkjuráðnum í Porkeri bestu tøkk
fyri sýnda vælvild. Somuleiðis takki eg Sjúrði Jensen, klokkara, fyri veitta hjálp
undir rannsóknini.
2. Rannsóknin hevur savnsnummarið 4466 í skrásetingarsavni Fornminnis-
savnsins.
3. Viðarsprekini eru kannað á Naturvidenskabelig Afdeling, Nationalmuseet.
Viðurin er av nálatræi, uttan tó at nærri kann sigast av hvørjum slagi. NM VIII,
j.nr.: A 5470 AE, dagf. 19.06.79.
4. Henda framløga av høvdinum er grundað á upplýsingar frá Tage E.
Christiansen, museumsinspektøri, Nationalmuseet, Kbh., í brævi, dagf. 15.11.79.
Honum veiti eg mína bestu tøkk fyri stórt beinasemi. Sí eisini Wilm 1929,
bls. 80.
5. Kommissionsbetænkningen 1709—10, útg. Tórshavn 1934, bls. 120—121.
Hereftir stytt Komm.bet.
6. Siuns-Forretning ofver Alle Færøers Kircher. Hereftir stytt Siuns-Forretn.
7. Partar av tí nýtta tilfarinum, ið er á Landsarkivet for Sjælland, Kbh.
eru fingnir í ljósriti til Landsskjalasavnið í Tórshavn av frúnni Onnu Fíu í Vági.
Frú Lisbeth Petersen, Tórshavn, reinskrivaði tilfarið og John Davidsen, fyrr-
verandi kennari, Tórshavn, var góður í ráðum tá skjalateksturin var torlisin.
Teimum verður veitt besta tøkk.
8. Komm.bet., bls. 120.
9. Siuns-Forretn.
10. Talið er torlisið. Skal tó helst lesast sum V*.
11. Kirkjuroknskaparbókin fyri 1753. Hereftir stytt KRB.
12. Kirkjusýni fyri 1751. Hereítir stytt KS.
13. KRB 1841.
14. Ólesandi.
15. KRB 1838.
16. Krogh 1975, bls. 35—36.
17. Krogh 1976, bls. 306—308.
18. Andreasen, bls. 47.
19. Krogh 1975, bls. 45.
20. KRB 1841.